
Effo
Effo letur oljuúrdráttir til føroysk og útlendsk skip í Føroyum umframt, at felagið eisini veitir føroyskum og útlendskum skipum oljuúrdráttir í útlendskum havnum og á høvunum. Harumframt er Effo einasti veitari av Jet Fuel í Føroyum. Fyri framhaldandi at taka lut í at menna føroyska samfelagið, eigur Effo helmingin av Vindrøkt, sum veitir orku burturúr vindorku.
Ein partur av Effo eru Effo støðirnar kring landið, sum veita gerandisvørur og brennievni.

Vit sóknast eftir starvsfelaga til Effo støðina á Argjum
Vit leita eftir einum kundavinarligum og fryntligum starvsfelaga, sum trívist í einum ferðmiklum og fjøltáttaðum arbeiðsplássi.
Um starvið
Arbeiðið fevnir um kassaavgreiðslu, tilgerð av skundverðum, samskifti við veitarar og at halda handilin. Royndir innan matstovu/handil og kundatænastu er ein fyrimunur.
Arbeiðstíðin er fulla og arbeitt verður í dagvaktum. Starvsstaður er Effo á Argjum.
Vit vænta at tú:
- ert arbeiðssom/samur
- ert tænastusinnað/ur
- dugir at arbeiða sjálvstøðugt
- dámar at arbeiða í einum fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi
Umsókn
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Rannvá Rasmussen á 229181. Skrivlig umsókn við upplýsingum um útbúgving og royndum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 15 juli. Ynskiligt er at viðkomandi byrjar 1. august.
Umsóknin skal sendast til [email protected]
Lýsing er stovnað5. juli 2024
Umsóknarfreist16. juli 2024
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Stað
5 Óðinshædd, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki
Líknandi størv (1)
