

Vit sóknast eftir lærlingi til Intersport Tórshavn
Intersport á Smyrilsvegnum er í stórari menning, og í útbúgvingartíðini ert tú partur av toyminum við góðum starvsfeløgum, ið taka hond um hvønn annan. Í lærutíðini hevur tú eitt skúlaskeið í Danmark upp á 8 vikur til samans. Har verður lært um ítróttarútgerð og detailhandil.
Lærutíðuni er 2 ár, og í tínari lærutíð fært tú fasta løn.
Vit vænta av tær sum okkara lærlingi, at tú ert útvendur og opin. Vit vilja, at tú ert tænastusinnaður, arbeiðssamur, kundavinarligur og álítandi.
Sjónarmið:
At tú ert klárur til tær ymisku avbjóðingarnar og vil læra okkurt nýtt.
Áhugi:
Vit vilja, at tú kennir ymiskar íttróttargreinir.
Um okkum:
Intersport er ein av størstu ítróttarhandlunum í Føroyum. Vit hava tríggjar handlar, og vit eru í fúkandi menning.
Global: Intersport er heimsins størsta ítróttarketa við meira enn 6000 handlum um allan heimin
Starvsbyrjan sum skjótast, ella eftir nærri avtalu.
Áhugaðir umsøkjarar kunnu frætta nærri um starvið við at seta seg í samband við Joan, á tel 235353 ella senda ein t-post joan@intersport.fo
Fyri at søkja skalt tú hava lokið búskaparbreyt ella FHS.
Danskt
Enskt
Føroyskt
