

Lærlingur til Borg í Tórshavn
Kom í læru hjá Borg í Tórshavn
Nú hevur tú møguleika at gerast partur av einari spennandi fyritøku í stórari menning, saman við dugnaligum starvsfelagum.
Kundi tú hugsað tær eina fjølbroytta lærutíð, har eingin dagur er eins?
Borg søkir lærling til byggibúðina í Tórshavn.
Vit vænta, at tú:
- Hevur lokið miðnámsútbúgving ella líknandi
- Hevur áhuga fyri sølu og tænastu
- Ert álítandi og tekur ábyrgd
- Hevur góðan KT-førleika
- Ert skipað/ur og dugir at arbeiða sjálvstøðugt
- Dugir væl at samskifta
Arbeiðsuppgávurnar fevna millum annað um:
- Sølu og kundatænastu
- Innkeyp og bílegging av vørum
- Kundarøkt
Tú fert eisini at arbeiða í tøttum samstarvi við starvsfólk og deildir kring alt Borg.
Skúlagongd
Skúlagongdin er í Danmark, og tú fert á skúla har seks ferðir í lærutíðini.
Vit bjóða
- Eitt gott arbeiðspláss við góðum arbeiðsumhvørvi
- Dugnaligar og hjálpsamar starvsfelagar
- Eina spennandi og fjølbroytta lærutíð
- Góðar menningarmøguleikar
- Møguleika fyri føstum starvi eftir lokna lærutíð
Spurningar?
Hevur tú spurningar um starvið ella lærutíðina, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Danny á danny@borg.fo ella ringja á 23 72 40.
Umsókn
Læruplássið verður sett skjótast gjørligt.
Send okkum tína umsókn saman við prógvum, lívsrensli og møguligum ummælum.
Tú kanst søkja umvegis Alfred.fo ella við at senda tína umsókn til hr@borg.fo.
Vit gleða okkum at hoyra frá tær!
Føroyskt