SP/F Siri
SP/F Siri
SP/F Siri

Vil tú gerast partur av okkara toymi?

Vilt tú gerast partur av toyminum ella kennir tú onkran, sum passar væl til uppgávuna?

Starvslýsing:

Dámar tær væl at arbeiða innan sølu, handil og marknaðarførðslu? Og kundi tú hugsað tær eitt spennandi starv í okkara hugnaliga handli? So hava vit møguliga rætta starvið til tín.

Vit leita eftir einum fyrikomandi sølufólkið, sum hevur kreativitet og brennur fyri marknarførðslu.

Um starvið

Tú kemur at arbeiða í einum dynamiskum umhvørvi, við nógvum ymiskum arbeiðsuppgávum og í einum handli har vøruúrvalið er sera fjølbroytt.

Tú verður partur av einum dugnaligum toymi á 5 starvsfólkum. Starvið fevnur í høvuðsheitinum um at gera lýsingar á okkara sosialu miðlum, bíleggja og taka ímóti vørum og sølu.

Vit vænta, at tú:

Brennur fyri at veita eina góða tænastu

Kann arbeiða sjálvstøðugt

Er ábyrgdarfull/ur

Ein fyrimunur um tú hevur royndir innan handil/tænastu/marknarførðing.

Vit bjóða:

Eitt lítið, men hugnaligt arbeiðspláss við góðum samanhaldi

Møguleikan fyri ávirkan og at seta tín dám á handilin

Møguleikan at læra nógv og mennast

Eitt starv við ábyrgd

Løn og setanartreytir:

Starvið verður sett eftir avtalu. Arbeiðstíðin er áleið 34 tímar um vikuna, við løn eftir avtalu.

Hevur tú spurningar til starvið, ber til at ringja til Siri á 316610

Lýsing er stovnað5. July 2024
Umsóknarfreist1. August 2024
Stað
Tórshavn, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki