Heilsutrygd
Heilsutrygd
Heilsutrygd

Viðtalustarvsfólk og summarferiuavloysarar

Um størvini

Talan er um størv sum viðtalustarvsfólk í viðtalum, har kommunulæknin ikki er í føstum starvi.

Størvini eru:

1 starv á Tvøroyri sum sjúkrarøktarfrøðingur, Læknamiðstøðin á Tvøroyri (Suðuroyar læknadømi). Setanarbrøkurin er áleið 0,5.
Summarferiuavloysarar í ymsum viðtalum. Serliga í juli og fyrru helvt av august

At arbeiða sum summarferiuavloysari er ein góður møguleiki at menna tínar førleikar, fáa royndir og at finna út av, um eitt arbeiði í læknaviðtalu kundi verið tað rætta fyri teg.

Um tú hevur áhuga í at starvast í læknaviðtalu sum avloysari aðrar tíðir, vilja vit eisini fegin hoyra frá tær, tí Heilsutrygd hevur av og á brúk fyri avloysarum í viðtalum við stuttum skotbrái.

Førleikar og eginleikar

Tú hevur eina heilsufakliga útbúgving, eitt nú sum sjúkrarøktarfrøðingur, ella útbúgving sum læknaskrivari
Tær dámar væl at hava nógv um at vera og at arbeiða bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum
Tú ert fyrikomandi
Tú dugir at halda skil á upplýsingum og, tá tað er neyðugt, at gera metingar um, hvat er viðkomandi ella hevur størst týdning
Tað kann verða ein fyrimunur, um tú hevur royndir frá kommunulæknaviðtalu ella hevur viðkomandi skeið, men hetta er ikki ein treyt

Tú fært upplæring í arbeiðsgongdunum í viðtaluni tær fyrstu vikurnar.

Lønar- og setanartreytir

Lønar- og setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.
Tá talan er um setan í fast starv í avloysaraviðtalu, eru setanarviðurskifti soleiðis, at umstøðurnar hjá viðtalustarvsfólki broytast, um/tá lækni verður settur í fast starv. Í eini møguligari setanarsamrøðu verða hesi viðurskifti umrødd umframt rættindi og skyldur í slíkum føri.

Umsókn

Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum verður at senda til heilsutrygd@heilsutrygd.fo ella til:
Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-700 Klaksvík


Umsóknir til fasta starvið skulu vera Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi mikudagin 30 apríl 2025.

Starvið verður sett frá 1. august 2025 ella eftir nærri avtalu.

Umsóknir til størv sum avloysari í summarferiu hava ikki umsóknarfreist og verða viðgjørdar so hvørt eftir 30. apríl.

Vilt tú hava fleiri ella neyvari upplýsingar, kanst tú venda tær til Petur Martin Hansen, deildarleiðara á Heilsutrygd á tlf. 614000, pmh@heilsutrygd.fo

Lýsing er stovnað11. April 2025
Umsóknarfreist30. April 2025
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Sera góður
Stað
7 Klaksviksvegur, Klaksvík 700, Føroyar
Tvøroyri, Føroyar
Strendur, Føroyar
Runavík, Føroyar
Fuglafjørður, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki