Varaskúlastjóri til Runarvíkar kommunuskúla
Søkt verður eftir varaskúlastjóra í fast starv frá 01.01.2025
Søkt verður eftir varaskúlastjóra, sum
- undir ábyrgd og í samstarvi við skúlastjóran og leiðslutoymið annars skal taka lut í og hava ábyrgd fyri teirri fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluni av virksemi skúlans
- dugir at samstarva og er fyrikomandi
- er fúsur at taka á seg uppgávur í samstarvi við og eftir fyriskipan skúlastjórans
Harumframt skal varaskúlastjórin
· standa á odda fyri fakligari og námsfrøðiligari menning á skúlanum
- saman við leiðslutoyminum átaka sær fyrisitingarliga ábyrgd
- saman við leiðslutoyminum skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri samávirkan og samábyrgd
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava læraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum. Tað kann vera fyrimunur at hava viðkomandi leiðsluroyndir. Umsøkjarin eigur at hava:
· góð leiðslu- og samstarvsevni
· vilja og evni at royna nýggjar leiðir skúlanum at frama
· góðan málsligan førleika á skrift og í talu
· førleikar at taka neyðugar avgerðir og er sinnaður at fara undir avbjóðingar
Í Runavíkar kommunuskúla eru uml. 500 næmingar í 0. – 10. flokki. Undirvísingin fer fram í tveimum skúlabygningum, Glyvra skúla og skúlanum við Løkin. Í Glyvra skúla ganga næmingar í forskúla og 1. - 3. flokki og í skúlanum við Løkin næmingar í 4. - 10. flokki. Harumframt er eitt sertoymi í Glyvra skúla og skúlanum við Løkin. Í skúlanum starvast í løtuni uml. 70 starvsfólk.