

Undirvísarar til Miðnám í Vestmanna - Kom nærri ungdóminum
Hevur tú hug at undirvísa á einum spennandi, lítlum og hugnaligum miðnáms -og yrkisskúla við eini greiðari visjón um eina burðardygga gagnnýtslu av náttúrutilfeingi, so hevur tú møguleikan nú!
Miðnám í Vestmanna søkir eftir undirvísarum at byrja á skúlanum 1. august 2025 í hesum lærugreinum
á Tilfeingisbreytini: tilfeingisfrøði B, støddfrøði B og A, ítrótti og heilsu C, lívfrøði B, sølubúskapi C, samfelagsfrøði C, søgu C og samskiftistøkni C,
á Aliútbúgvingini: føroyskt E, aling av fiski, alitøkni, burðardygg gagnnýtsla, trygd og trygdarfatan.
Alt eftir lærugreinasamanseting kann talan gerast um tímalærarar, kvotasett ella møguligt fast starv. Fyri at verða sett/-ur í fast starv, skal umsøkjari hava námsfrøðiliga útbúgving og kunna undirvísa í minst tveimum av lærugreinunum, ella røkja aðrar umsitingarligar uppgávur á skúlanum.
- undirvísa í viðkomandi lærugreinum
- leggja tilrættis undirvísingargongdir
- vera við í visjónsarbeiði skúlans
- luttaka og skipa fyri verkætlanum, evnisdøgum/-vikum, ið skúlin skipar fyri
Vit vænta at tú:
- hevur útbúgving á minst bachelorstigið frá lærdum háskúla ella øðrum hægri lærustovni
- ert samstarvsfús/ur og hevur evni til at leggja til rættis
- trívist við at undirvísa og verða saman við ungdómi
- dugir at kveikja næmingarnir
- hevur royndir at arbeiða við verkætlanum
Vit bjóða
eitt nútímans og vælvirkandi skúlaumhvørvi við framúr góðum arbeiðsumstøðum og einum positivum leiðsluhugburði til bæði næmingar og lærarar, og eisini møguleika fyri at vera við til at menna nýggjar yrkisútbúgvingar.
