

Tøknileiðari til KvF
Uttan tól, amboð og karmar verður trupult at varpa nakað út!
Vit hava brúk fyri tær, sum skilir tøkniligar avbjóðingar og finnur loysnir, sum hóska til eitt lítið kringvarp við stórum ambitiónum.
Deildin Tøkni í Kringvarpi Føroya hevur egna rakstrarætlan, og tú sum deildarleiðari skalt raðfesta okkara tøkniíløgur, leiða okkara tøkniligu verkætlanir og samstundis tryggja, at fíggjarætlanin heldur.
Ábyrgdarøkið umfatar alla tøkniliga útgerð til at framleiða sjón- og útvarp, umframt bygningar og akfør. Kunningartøkni er sjálvstøðugt øki, men tú fert sjálvsagt at arbeiða tætt saman við KT-leiðaranum um at menna og framtíðartryggja KvF tøkniliga og talgilt.
Harumframt ert tú deildarleiðari hjá einum dugnaligum starvsfólkahópi, sum umfatar húsavørð, vaskifólk og ein part av tøkniliga hópi okkara.
Okkara brúkarar vænta góðsku. Vit leita eftir tær, sum vilt tryggja, at vit veita føroyingum eina týdningarmikla tænastu í so góðari góðsku sum yvirhøvur møguligt. Kringvarpið er partur av tilbúgving Føroya, og títt ábyrgdarøki er sentralt fyri samskiftistrygdina.
Tín arbeiðsháttur
Vit leita eftir einum leiðara, sum dugir at samstarva og samskifta tvørtur um yrkismørk og fakbólkar, og sum trívist við, at nógv ymiskt hendir í senn. Eisini er týdningarmikið, at tú arbeiðir skipað og leggur greiðar ætlanir frameftir. Stundum saman við deildini hjá tær, stundum saman við øðrum leiðarum og deildum.
Tínir fakligu førleikar
Vit hugsa okkum, at tú hevur útbúgving innan miðlatøkni, verkfrøði ella aðra viðkomandi útbúgving, ella hevur drúgvar viðkomandi royndir at vísa á. Útbúgving og/ella royndir við leiðslu eru fyrimunir.
Løn
Starvið verður lønt sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.
Setanarviðurskifti
Vit ynskja, at tú byrjar sum skjótast. Starvið er fulltíðarstarv.