Runavíkar Kommuna
Runavíkar Kommuna
Runavíkar Kommuna

Teknikari til Svimjihøllina í Runavík

Runavíkar kommuna søkir eftir einum teknikara til Svimjihøllina í Runavík. Talan er um eitt nýtt starv í eini framkomnari svimjihøll.

Svimjihøllin stendur í gerð og skal eftir ætlan lata upp í summar. Tú fært ábyrgdina av at yvirtaka og tryggja raksturin av øllum tekniskum skipanum.

Starvið verður skipað sum partur av Ítróttardepilinum í Runavík, sum umframt Svimjihøllina eisini fevnir um ítróttarhøll, fimleikahøll og fótbóltsleikvøll.

Svimjihøllin fevnir um ein 25 metra hyl við 8 geilum, barnahyl og ein heitan hyl í vælveruøkinum, tvær saunur og eina dampsauna. Harumframt eru tilhoyrandi fýra skiftirúm til svimjihøllina og tvey til ítróttarhøllina.

Svimjihøll, hyljar og hallirnar báðar verða hitaði við jarðhitaskipan.

Vit hava sum mál, at okkara ítróttarannlegg eru væl rikin, tænastuliga, fíggjarliga og tekniskt, og at bygningar og skipanir til alla tíð eru væl viðlíkahildin.

Fyri at tryggja ein góðan og sunnan rakstur av øllum hesum, er neyðugt at tekniskar skipanir og viðlíkahald eru optimal.

Vit vænta at tú:

· - Hevur eina fakliga bakgrund innan el, maskin ella HVS og hevur holla vitan um tekniskan rakstur og viðlíkahald

· - Hevur viðkomandi starvsroyndir og hollan kunnleika til hitaskipanir, vatnannlegg, ventilatión og CTS-stýringar

· - Hugsar um samanhangandi loysnir, soleiðis at atlit kunnu verða tikin til fíggjarstýring og burðardygd

· - Ert skipað/ur og ruddilig/ur í tínum arbeiði

· - Dugir væl at samskifta og samstarva, bæði innanhýsis og við uttanhýsis veitarar.

· - Megnar bæði størri og smærri viðlíkahaldsuppgávur

· - Hevur handverksligar dygdir og hugsar í loysnum og um smálutirnar

· - Kanst loysa ad hoc trupulleikar

· - Følir ein eigaraskap í annleggunum, ert góð/ur við svimjihøllina og fer um hana soleiðis, sum var hon tín

Uppgávur:

Starvið umfatar rakstur av øllum tekniskum skipanum í Svimjihøllini og í Ítróttardepilinum annars. Talan er tí um bæði stórar og smáar skiftandi uppgávur.

· - Eftirlit og rakstur av tekniskum installatiónum, vatnroyndum og automatikki

· - Eftirlit og viðlíkahald av bygningslutum og el/HVS installatiónum annars í ítróttardepilinum

· - Eftirlit við orkunýtslu innan el, vatn og hita

· - Samstarv við innanhýsis og uttanhýsis handverkarar

· - Skipan og gjøgnumgongd av viðlíkahaldsætlanum

· - Eftirlit við ABA-skipan og øðrum trygdarfyriskipanum, eitt nú lásaskipan

· - Handfaring av CTS-stýring

Starvið er fulla tíð. Vaktararbeiði uttan fyri vanliga arbeiðstíð kann vera ein partur av starvinum.

Starvið er skipað sum partur av ítróttardepilinum í Runavík, sum, tá øll størv eru sett, fevnir um leiðara fyri ítróttardepilin, ein hallarvørð, ein teknikara, lívbjargarar til svimjihøllina og reingerðarfólk.

Talan er um eitt nýtt starv, og tú ert við til at skapa starvið. Tú má tí eisini tola broytingar í starvinum, tá raksturin av svimjihøllini og ítróttardepilinum er betri kendur.

Sambært §2 ı́ barnaváttanarlógini hevur Runavíkar kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur ı́ starv.

Løn:

Lønin er sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Maskinmeistarafelagið, Føroya Handverkarafelag / Landsfelag Handverkaranna ella Starvsfelagið.

Starvið verður sett til byrjan skjótast gjørligt. Teknikarin vísir til leiðaran fyri Ítróttardepilin, sum, tá hesin er settur, fer at hava rakstrarábyrgdina av øllum Ítróttardepilinum.

Ynskir tú at vita meira um starvið, kanst tú venda tær til Rógva Nybo, trivnaðarleiðara, á tlf. 417045 ella telduposti rogvi@runavik.fo.

Umsóknir við prógvi, lívsrensli og viðkomandi skjølum verða send umvegis Alfred.fo, í seinasta lagi mánadagin 24. februar.

Lýsing er stovnað10. February 2025
Umsóknarfreist24. February 2025
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
Mýravegur 12
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki