

Tænari til THE TARV
THE TARV leitar eftir einum tænastusinnaðum og ábyrgdarfullum tænara at styrkja okkara toymi. THE TARV er eitt grillhús undir Bryggjubakka í Havn við fiski, skeljadjórum og kjøti á matskránni, har vit leggja dent á at veita eina framúr góða tænastu.
Um starvið:
Sum tænari á THE TARV kemur tú at arbeiða annaðhvørt vikuskifti, og eisini hava eina ella fleiri vaktir mitt í viku. Tú møtir til arbeiðis millum kl. 16:30 og 18:00, alt eftir vaktini, og arbeiðir til vit lata aftur. Tú fert at arbeiða umleið 20 tímar um vikuna , men um tú ynskir fleiri tímar, er tað avgjørt møguleiki fyri tí. Starvið krevur, at tú ert til reiðar at arbeiða undir trýsti og veita eina góða tænastu í einum livandi umhvørvi.
Vit vænta, at tú:
- Ert fylt/ur 18 ár.
- Hevur royndir sum tænari
- Hevur gott yvirlit og dugir at arbeiða undir trýsti
- Ert blíð/ur, álítandi og hevur góð samskiftisevni.
Vit bjóða:
- Eitt sosialt og gott arbeiðsumhvørvi við dugnaligum starvsfeløgum.
- Møguleika at arbeiða í einum grillhúsi við mati og tænastu á høgum støði
- Góðar arbeiðsumstøður og møguleika fyri persónligari menning.
Freistin at søkja er 7. juli 2025.
Vit halda samrøður leypandi. Umsóknin skal sendast gjøgnum leinkjuna, men spurningar kunnu sendast til matstovuleiðari, Angelu Askham, á angela@tarv.fo.