Barbara Fish House
Barbara Fish House
Barbara Fish House

Tænarar til Barbara Fish House

Ynskir tú at vera partur av einum toymi, har vit leggja stóran dent á at veita framúrskarandi matupplivingar? So er tað kanska tær, vit leita eftir!

Barbara Fish House leitar eftir tænarum, sum eru tænastusinnaðir, duga væl at samskifta við gestir og brenna fyri at geva teimum eina minnisríka uppliving.

Arbeiðstíð og umhvørvi

Vanligu arbeiðstíðirnar er frá kl. 17 til 24, mikudag til leygardag. Tú verður partur av einum toymi við 6 tænarum og 2 kokkum.

Samstundis verður tú eisini partur av einum felagsskapi Heima í Havn, har vit saman við matstovunum; Áarstova, Ræst og Roks skipa fyri felagsmáltíðum og øðrum og sosialum tiltøkum.

Hvat vænta vit av tær?

  • Tú ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur.
  • Tú dugir at samskifta við gestir
  • Tú hevur gott yvirlit, eisini undir trýsti
  • Tú ynskir at læra og mennast innan tænarayrkið

Hvussu søkir tú?

Umsóknarfreistin er tann 9. Juli 2025, men vit hava samrøður leypandi. Umsóknin skal sendast gjøgnum leinkjuna.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til barbara@barbara.fo.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær!

Lýsing er stovnað10. June 2025
Umsóknarfreist9. July 2025
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Stað
4 Gongin, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki
Líknandi størv (1)