Tjóðsavnið
Tjóðsavnið
Tjóðsavnið

SUMMARSTØRV Í FRAMSÝNINGUM TJÓÐSAVNSINS

Vit søkja eftir fyrikomandi, álítandi og ágrýtnum savnsvaktum at veita eina góða móttøku og tænastu til summargestir á Tjóðsavninum, umframt at hava eftirlit við framsýningum okkara.

Tú kemur at leggja lunnar undir ta góðu upplivingina og verður partur av einum toymi, ið saman skapar tryggar karmar fyri vitjanina hjá gestum okkara.

Savnsvaktin er tann fyrsta, ið gestir okkara hitta, so tað hevur alstóran týdning, at tú brennur fyri at veita eina góða kundatænastu.

Arbeiðsøki

  • Framsýningin í Brekkutúni
  • Hoyvíksgarður
  • Hvalastøðin við Áir

Talan er um tíðaravmarkað starv, sum verður at seta eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið í flokki I.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Tjóðsavnið, Rannvá Winkler, savnvørð, á tlf. 790 575.

Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki
  • Móttøka av gestum savnsins, leiðbeining og kunning
  • Søla av atgongumerkjum og søla av vørum í savnsbúðini
  • Eftirlit og trygd í framsýningunum
  • Kann vísa runt í framsýningunum
  • Annað fyrifallandi arbeiði
Ágóðar við starvinum
  • Eitt spennandi og gevandi arbeiðsumhvørvi
  • Góða upplæring
  • Eitt gott toymi, har dentur verður lagdur á trivnað
  • Skiftandi arbeiðsuppgávur
  • Eitt arbeiðspláss, har tú kemur í samband við fólk úr øllum heiminum
Vit vænta, at tú
  • Ert tænastusinnað/ur og sært virði í at veita eina framúr góða tænastu
  • Hevur ein natúrligan myndugleika yvir tær og dirvi til at taka ábyrgd
  • Hevur royndir við handli og kundatænastu
  • Hevur góðan røkjuskap, ert álítandi og fleksibul
  • Hevur koyrikort
  • Kanst samskifta á fleiri málum
  • Kanst arbeiða á øllum framsýningum Tjóðsavnsins
Arbeiðstíðin

Framsýningarnar hjá Tjóðsavninum hava opið hvønn dag millum kl. 10-17 frá mai-septembur. Savnsvaktirnar arbeiða eftir einum skiftandi skema. Tað er týdningarmikið, at tann, ið settur verður kann traðka til, tá tørvur er á tí.

Arbeiðstíðin er sett til 20-25 tímar um vikuna við møguleika fyri fleiri tímum.

Lýsing er stovnað20. March 2025
Umsóknarfreist3. April 2025
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
EnsktEnskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
Hoyvík, Føroyar
við Áir 430, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki