

Summarfulltrúi til Føroya Rætt
Í summar 2025 hevur tú sum løgfrøðilesandi møguleika at gerast summarfulltrúi (volontør) í Føroya Rætti. Starvið er tíðaravmarkað til fýra vikur í tíðarskeiðinum mai og juni.
Um Føroya Rætt
Føroya Rættur liggur mitt í Havn og hoyrir til rættardømið hjá Eystara Landsrætti. Rættarmálið er bæði føroyskt og danskt. Her starvast í løtuni ein sorinskrivari, ein dómari, tveir rættarhjásetar, tveir dómarafulltrúar, 15 skrivstovufólk, ein løgfrøðilesandi og ein næmingur.
Starvið
Sum summarfulltrúi fert tú so nógv, sum til ber, at koma runt á fleiri deildir í rættinum. Millum annað fært tú høvi at fylgja einum dómarafulltrúa og at eygleiða rættarmál. Harafturat fert tú at hjálpa rættinum at menna vitanar- og dómssavnið umframt at hjálpa fulltrúunum við øðrum uppgávum. Á henda hátt vilja vit veita tær eitt gott innlit í starvið sum dómarafulltrúi í Føroya Rætti.
Við starvssetan fara vit at leggja dent á góðar ástøðiligar førleikar og gott hegni at orða seg. Tað er ein fyrimunur, um tú dugir føroyskt á skrift og í talu og hevur innlit í føroyska lóggávu, føroysk samfelagsviðurskifti og føroyska mentan, men tað er ikki ein treyt. Tað er eitt krav, at tú lesur bachelor í løgfrøði ella embætisprógv í lóg.
Løn og setanartreytir
Arbeiðstíðin er 37 tímar í miðal um vikuna, og tær fýra arbeiðsvikurnar skulu avgreiðast í tíðarskeiðinum mai til juni 2025 eftir nærri avtalu við umsøkjaran.
Sum summarfulltrúi starvast tú á starvsøkinum hjá Føroya Rætti og verður lønt/ur í samsvari við veruliga talið av avgreiddum arbeiðstímum.
Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum danska fíggjarmálaráðið og OAO umframt organisatiónsavtaluni fyri skrivstovufólk, laborantar og KT-starvsfólk, har § 35 snýr seg um at seta lesandi í starv.
Umsókn
Søkt verður við at senda eina umsókn til post@sorinskrivarin.fo. Hjáløgd skulu vera lívsrensl, útskrift av próvtølum og møgulig viðmæli.
Vi heita á øll, sum eru áhugað og skikkað, um at søkja starvið uttan mun til persónlig viðurskifti sum aldur, kyn, rasu, etniskan uppruna o.a.
Til ber at fáa fleiri upplýsingar um starvið ella setanartreytir o.a. við at seta seg í samband við Hallu Djurhuus dómarafulltrúa á tlf. +298 31 10 03.
