

Starvsfólk til Visit Runavík
Hevur tú hug at skapa og seta hugskot í verk, at marknaðarføra og skipa mentanartiltøk?
Visit Runavík søkir eftir einum ágrýtnum starvsfólki til okkara toymi.
Saman við toyminum kemur tú at samskipa tiltøk og verkætlanir, framleiða tilfar og marknaðarføra á talgildum miðlum. Tú kemur eisini at taka tær av handli og samskifti við kundar á Visit Runavík.
Serliga í summarhálvuni kemur tú at verða partur av ferðavinnuni.
Í sambandi við tiltøk og ferðavinnu verður til tíðir neyðugt at arbeiða langar dagar.
Fyri okkum er tað umráðandi, at tú hevur áhuga fyri mentan og ferðavinnu. Vit ímynda okkum ein persón, sum er útvendur og tænastusinnaður. Tað er neyðugt, at tú hevur hollan málkunnleika; serstakliga í føroyskum, enskum og norðurlendskum málum. Tað er umráðandi, at tú dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt og samstundis trívist og raðfestir toymisarbeiði. Nýhugsan og dirvi eru høgt í metum í toyminum.
Vit bjóða eitt starv, har stundir eru til menning og nýhugsan í einum fjølbroyttum og stundum rokaligum gerandisdegi. Tú fært m.a. ábyrgd av at samskipa tiltøk og marknaðarføring. Vanlig skrivstovuavgreiðsla verður eisini ein uppgáva. Á Visit Runavík arbeiða ein leiðari og trý starvsfólk. Toymið er lítið, og neyðugt er at tola broytingar og hava eina fjøltáttaða vitan. Tú fært møguleika at hava ávirkan á virksemið.
Setanarviðurskifti
Starvsstaðurin er í Visit Runavík í Saltangará. Talan er um eitt starv á 20 tímar um vikuna. Byrjanardagurin er 1. mai 2025. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum KAF og Starvsfelagið.
Umsókn við prógvi, CV og viðkomandi skjølum verða send umvegis Alfred.fo í seinasta lagi 18. Mars 2025.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at ringja til Mass Hoydal tlf. 237065


