Boðanesheimið
Boðanesheimið
Boðanesheimið

Starvsfólk til vaskaríið

Vit søkja eftir einum tímaløntum starvsfólki á 19 tímar um vikuna. Arbeitt verður 6-8 tímar dagliga, millum klokkan 7 og 17.

Boðanesheimið er 10 ára gamalt, liggur Yviri við Strond, og her búgva 64 húsfólk. Búeindirnar eru Strandarlon og Traðarlon, sum eru røktardeildir, og Boðalon sum er demensdeild.

Á vaskarínum vaska vit øll klæðini hjá bæði búfólkum og starvsfólkum.


Førleikakrøv

  • Góð evni at samstarva, jalig/-ur og fyrikomandi
  • Er álítandi og ábyrgarfull/-ur
  • Er røkin og arbeiðssamur
  • Royndir innan vaskaríið er ikki eitt krav men ein fyrimunur


Vit bjóða tær:

  • innleiðslu í starvið
  • sjálvstøðugt arbeiði, har tú kann seta tín egna dám á
  • góðar umstøður, góðar karmar og fjølbroyttar avbjóðingar
  • møguleika at verða ein partur av eini framhaldandi menning av tænastum hjá Heilsu- og umsorganartænastuni


Setanarviðurskifti

Starvið verður sett 1. juni 2024 eftir avtalu, og lønt sambært sáttmála við KAF.


Meira fæst at vita

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Barbaru Eystberg Sørensen, deildarleiðara, á telefon 26 22 79 ella við telduposti til barbaraes@torshavn.fo

Lýsing er stovnað11. April 2024
Umsóknarfreist1. May 2024
Stað
95 Yviri við Strond, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Arbeiðsumhvørvi
Egnað til
Starvsgreinar
Starvsmerki