Dugni
Dugni
Dugni

Starvsfólk til Tinghúsið á Hjalla

Søkt verður eftir eini eldsál innan endurnýtslu til Tinghúsið á Hjalla

Høvuðsuppgávan er at stuðla teimum vit vara av ígjøgnum arbeiðsfremjandi tiltøk til eitt virkið lív. Sum spírin í búmerki okkara lýsir, so byggja vit okkara arbeiði á burðardygt grundarlag, har menniskju eins og lutir fáa nýggjar møguleikar og virðið.

Ígjøgnum okkara tiltøk kunnu fólk brúka Dugna til eina lopfjøl víðari út í arbeiði ella útbúgving, ella eitt frírúm, har tey kunnu starvast eftir førimuni.

Talan er um eitt fulltíðarstarv til at skipa arbeiðið í endurnýtsluhandlinum og á goymsluni í samstarvi við starvsfelagar. Dagligu uppgávurnar umfata alt innan endurnýtslu, heilt frá flutningi av vøru til at tøma bingjur, innrættan og sølu.

Arbeiðið er kropsliga krevjandi.

Málbólkurin hjá Dugna eru fólk við lættari sálarligum, sosialum og/ella kropsligum avbjóðingum.

Okkum tørvar eitt starvsfólk, sum:

  • hevur viðkomandi útbúgving við menniskjum - eitt nú sum námsfrøðingur, handverkari ella líknandi.
  • er skapandi og dugir at síggja møguleikar í endurnýtslutilfari til sølu ell aðra framleiðslu.
  • hevur eyga fyri at fáa handilin at síggja innbjóðandi út og hevur góðan røkiskap.
  • hevur førleika at eygleiða og meta um arbeiðsførleikar.
  • dugir at samskifta, skapa sambond og at fáa tað besta fram í starvsfeløgum.
  • dugir at fáa onnur við í arbeiðstilgongdina soleiðis, at øll fáa brúkt sínar eginleikar á besta hátt.
  • útstrálar arbeiðsgleði og arbeiðsorku.
  • dugir at samstarva og sær seg sum ein týðandi part av øllum arbeiðinum hjá Dugna.
  • sær týdningin av støðugt at menna seg sjálvan, og tolir broytingar.

Løn og setanartreytir

Søkt verður eftir starvsfólki at byrja 01.11.2024. Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagog Felag og Fíggjarmálaráðið og hevur tilvísing til deildarleiðaran.

Umsóknarfreist

Umsóknir við avriti av prógvum, lívsrensli og møguligum viðmælum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 04.10.2024 kl. 12

Umsóknir skulu sendast til dugni@dugni.fo

Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til Súsannu Vinther 292970 gerandisdagar millum kl. 9 og kl. 15.

Lýsing er stovnað25. September 2024
Umsóknarfreist4. October 2024
Stað
7A Á Hjalla, Hoyvík 188, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki