

Starvsfólk til kunningardiskin
Vága Floghavn søkir eftir einum starvsfólki til Kunningardiskin í farstøðini á flogvøllinum at byrja skjótast til ber. Arbeiðsøkið er í høvuðsheitum innan kunning, sølu og skrivstovu. Talan kann somuleiðis verða um aðrar uppgávur.
Talan er um eitt fjølbroytt og sjálvstøðugt starv, sum m.a. fevnir um at veita viðskiftafólki kunning um ymisk viðurskifti í sambandi við til dømis flogferðsluna, parkering, útgjalding av tax-free peningi, busssamband og hýruvognar.
Eisini er handil í Kunningardiskinum, har starvsfólkini taka sær av vørusøluni, og eru við til at halda handilin ruddiligan og innbjóðandi, umframt skrivstova har ymsar umsitingarligar uppgávur verða avgreiddar.
Týdningarmiklasta uppgávan hjá starvsfólkum í Kunningardiskinum er at veita eina góða tænastu og geva viðskiftafólkunum eina góða uppliving.
Vit vænta av tær:
- at tú dugir at samskifta á føroyskum og enskum
- at tær dámar at veita eina góða tænastu
- at tú dugir at brúka teldu og at leita eftir upplýsingum á alnótini
- at tú hevur KT førleikar á brúkarastigi
- at tú ert smidlig/-ur í sambandi við arbeiðstíðir
Tú verður partur av góða starvsfólkatoyminum hjá Vága Floghavn.
Vit bjóða eitt gott arbeiðsumhvørvi, fasta løn, matarskipan og viðgerðartrygging frá Gjensidige.
Føroyskt
Danskt
Enskt