Hiti
Hiti
Hiti

💸 Spennandi lærupláss við 50% betri løn

💚 Kom inn í hitan

Hjá Hita fært tú ikki bara eitt spennandi lærupláss við góðum starvsfelagum, spennandi uppgávum og nógvari ábyrgd. Vit bjóða tær eisini eina lærlingaløn, sum er 50% betri, enn sáttmálin sigur.

Brennir tú fyri góðari tænastu, sølu og kundaráðgeving, har tú sleppur at læra nógv og gera mun?

💨 Skunda tær og send okkum eina umsókn, tí kanska er tað júst tú, sum skalt vera okkara nýggi handilslærlingur.

Hvat sleppur tú at royna og læra?

Sum lærlingur hjá okkum verður tú partur av einum dugnaligum toymi, sum veitir grønar hitaloysnir og baðirúmsloysnir til fyritøkur, stovnar og privatkundar. Tú sleppur at læra um alt frá kundatænastu og sølu til vørukeyp, marknaðarføring og skipan av arbeiðsgongdum.

Tú fært møguleikan at:

  • Arbeiða við sølu og ráðgeving
  • Vegleiða og samskifta við kundar
  • Hjálpa til við keyp og móttøku av vørum
  • Luttaka í marknaðarátøkum og framsýningum
  • Menna teg innan fleiri øki, alt eftir hvat tú dugir og brennur fyri

Vit bjóða tær:

  • Sera góða løn og treytir í lærutíðini
  • Eitt læruríkt og fjølbroytt starv í einum dugnaligum og hjálpsomum toymi
  • Ein arbeiðsdag, har tú sleppur at royna teg og vaksa við uppgávunum
  • Eitt arbeiðsumhvørvi, har samanhald og trivnaður eru í hásæti
  • Góða innleiðslu og væl skipaða lærutíð

Vit ímynda okkum, at tú:

  • Hevur FHS ella líknandi miðnámsútbúgving
  • Ert forvitin, fyrikomandi og álítandi
  • Trívist við fjølbroyttum uppgávum og dámar at arbeiða bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum
  • Dugir væl at samskifta í skrift og talu

Vit seta starvið, tá ið rætti umsøkjarin er funnin, so bíða ikki ov leingi!

📞 Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at ringja til Áka Mortensen á 541719.

Lýsing er stovnað8. August 2025
Umsóknarfreist31. August 2025
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Sera góður
Stað
188, 4 Karlamagnusarbreyt, Hoyvík 188, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki