Barnaverndartænastan í VEKS
Barnaverndartænastan í VEKS
Barnaverndartænastan í VEKS

Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna í VEKS

Barnaverndartænastan í VEKS søkir eftir sosialráðgeva.

Talan er um eitt fast starv í fulla tíð, við møguleika fyri niðursettari tíð, at byrja 1. september 2026.

Barnaverndartænastan í VEKS fevnir um Vestmanna, Eiðis, Kvívíkar og Sunda kommunur, og er staðsett á Oyrarbakka. Í Barnaverndartænastuni starvast tríggir sosialráðgevar, skrivari og leiðari.

Barnaverndartænastan arbeiðir sambært lóg um barnavernd.

Endamálið við Barnaverndartænastuni er at tryggja, at børn sum vaksa upp undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan í rættari tíð, og at hjálpa teimum við at fáa ein tryggan uppvøkstur.

Barnaverndartænastan í VEKS heldur til á kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka og nakað av koyring skal væntast í starvinum.

Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki

Arbeiðið fevnir um málsviðgerð av barnaverndarmálum.

Hetta snýr seg m.a. um:

• At hava samrøður við børn og foreldur 
• At fara á heimavitjanir
• At stuðla og ráðgeva børnum og familjum teirra
• At seta neyðugar fyriskipanir í verk
• At skipa fyri tvørfakligum samstarvi við samstarvspartnarar hjá Barnaverndartænastuni
• At fyrireika mál og tryggja barnaverndarnevndini fakliga væl undirbygd tilmæli
• At gera tilmæli til Føroya Kærustovn

Somuleiðis skal tann, sum settur verður, vera við í vaktarskipanini hjá Barnaverndartænastuni.

Krøv til útbúgving og førleikar

• Útbúgving sum sosialráðgevi ella líknandi 
• Royndir innan almenna fyrisiting kann vera ein fyrimunur
• Royndir við 360 journalskipan kann vera ein fyrimunur

Ágóðar við starvinum

Í starvinum verður tú partur av einum góðum starvsfólkahópi. Eisini bjóða vit góðar møguleikar fyri fakligari menning.

Lýsing er stovnað13. juli 2026
Umsóknarfreist16. august 2026
Málslig krøv
EnsktEnskt
Kravt
Miðal førleiki
DansktDanskt
Kravt
Miðal førleiki
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
Oyrarabakkavegur 3
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki