Barnaverndartænastan í VEKS
Barnaverndartænastan í VEKS
Barnaverndartænastan í VEKS

Barnaverndartænastan í VEKS søkir eftir málsviðgera

Barnaverndartænastan í VEKS søkir eftir dugnaligum og ágrýtnum starvsfelaga, til barnsburðarfarloyvisstarv í fulla tíð við møguleika fyri niðursettari tíð, frá 1. september 2026, ella skjótast til ber, til 1. august 2027.
Barnaverndartænastan í VEKS er samstarv millum Vestmanna, Eiðis, Kvívíkar og Sunda kommunur. Skrivstovan er á Oyrarbakka og vit eru fimm starvsfólk.
Endamálið við Barnaverndartænastuni er at tryggja, at børn sum vaksa upp undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan í rættari tíð, og at hjálpa teimum við at fáa ein tryggan uppvøkstur.
Tú kemur, í tøttum samstarvi við leiðaran og starvsfólk á deildini, at taka tær av einum spennandi og fjøltáttaðum øki við málsviðgerð, ráðgeving og øðrum uppgávum, sum barnaverndarumsitingin tekur sær av.

Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki

Arbeiðsuppgávur:
•Málsviðgera barnaverndarmál
•Hava samrøður við børn, foreldur og aðrar avvarðandi
•Stuðla og ráðgeva børnum og familjum
•Gera kanningar, meta um tørv á fyriskipanum og seta tær í verk
•Fyrireika faklig tilmæli til barnaverndarnevndina
•Samskipa tvørfakligt samstarv við viðkomandi samstarvspartar
•Gera tilmæli til Føroya Kærustovn
•Vera við í vaktarskipanini

Krøv til útbúgving og førleikar

Førleikakrøv:
•Miðallanga viðkomandi útbúgving, so sum sosialráðgevi, námsfrøðingur, lærari, o.l.
•Royndir innan almenna fyrisiting kann vera ein fyrimunur
•Royndir við 360 journalskipan kann vera ein fyrimunur

Vit ímynda okkum, at tú:
•Arbeiðir ábyrgdarfult og sjálvstøðugt
•Trívist í samstarvi við onnur og hevur góð samskiftisevni
•Dugir at skapa álitisfull sambond við børn og familjur
•Hevur góðar førleikar í skrift og talu
•Dugir væl at skipa og varðveita yvirlit, eisini tá nógv er at gera

Ágóðar við starvinum

Vit bjóða:
•Eitt spennandi starv við góðum starvsfelagum
•Fakliga sparring og stuðul í gerandisdegnum
•Góðar møguleikar fyri førleikamenning
•Supervisión


Setanarviðurskifti:
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið. Arbeiðsgevarin hevur skyldu at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Starvsstaðurin er á kommunuskrivstovuni hjá Sunda kommunu á Oyrarbakka. Nakað av koyring má væntast í starvinum.

Umsókn:Umsókn við prógvum, CV og møguligum viðmælum skal vera okkum í hendi seinast sunnudagin 16. august 2026, og skal sendast við telduposti til: bvt@sunda.fo

Lýsing er stovnað6. juli 2026
Umsóknarfreist16. august 2026
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
EnsktEnskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
Oyrarbakkavegur 3, Oyrarbakki
Starvsslag
Førleikar
PathCreated with Sketch.Arbeiði sjálvstøðugtPathCreated with Sketch.Arbeiði undir trýstiPathCreated with Sketch.Koyrikort (B)
Starvsgreinar
Starvsmerki