Nema
Nema
Nema

Sølulærlingur

Droymir tú um eina spennandi yrkisleið innan sølu og kundarøkt?

Nema søkir eftir einum ágrýtnum og tænastusinnaðum sølulærlingi til okkara sølutoymi í Tórshavn. Kom og verð partur av okkara dynamiska umhvørvi innan kunningar- og samskiftistøkni, har tú kanst menna tínir søluførleikar og skapa varandi sambond við okkara kundar.

Um starvið

Sum sølulærlingur, hjá Nema, verður tú partur av einum toymi, ið arbeiðir við ráðgeving og sølu av telefon- og internethaldum. Tú skal vegleiða kundum bæði í handlinum, umvegis telefon og teldupost. Tú kemur m.a. at luttaka í fyrireiking av søluátøkum og øðrum spennandi uppgávum. Starvið fevnir um inngangandi og útgangandi sølu, har tú sleppur at arbeiða beinleiðis við kundum.

Um teg

Vit leita eftir tær, sum er:

  • Tænastusinnað/ur, opin og forvitin
  • Ágrýtin, áhaldandi og málsøkin
  • Dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt eins væl sum í toymi
  • Køn/ur í at skapa góð sambond við kundar
  • Dugir at finna loysnir, ið gagna kundanum
  • Lærunemm/ur og áhugað/ur í sjálvmenning
  • Hevur rímiligan telduførleika.

Vit bjóða tær

Eina yrkisútbúgving sum sølufólk, les meira um útbúgvingina her.
Eitt fjølbroytt starv í einum livandi og framfýsnum arbeiðsumhvørvi, har tú fært møguleika at menna teg persónliga og fakliga. Tú verður partur av einari fyritøku, har trivnaður og góðska eru í hásæti. Vit leggja dent á, at tú fært ábyrgd og møguleikar í samsvari við tínar førleikar og áhuga. Løn og setanartreytir sambært sáttmála.

Nema

Nema er ein av størstu veitarum av kunningar- og samskiftistøkni í Føroyum. Vit eru á leið 75 starvsfólk, staðsett í Havn og í Klaksvík, og virksemi okkara er í stórari menning.

Forvitin?

Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Privatkundastjóran, Tóka Ellefsen á Brúgv, umvegis teldupost teb@nema.fo ella telefon +298 502017

Lýsing er stovnað6. September 2024
Umsóknarfreist27. September 2024
Stað
5 Smyrilsvegur, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki