Betri Heim
Betri Heim
Betri Heim

Sølufólk/ognarmeklari

Ein góður handil fyri teg er ein handil, har bæði seljari og keypari eru nøgdir. Tær dámar væl at viðvirka til slíkar handlar, eitt nú at taka ognir inn til sølu, virðismeta tær, sýna tær fram og mekla millum seljara og keypara. Hevur tú so eisini rætta framfýsnið, kanst tú koma við í góða sølutoymið hjá Betri Heimi.

Betri Heim er elsta ognarmeklarafelag í Føroyum við drúgvum royndum. Vit ráðgeva og vegleiða í sambandi við sølu av fastari ogn. Roynd og køn skapa vit álit kring søluna, so at øll skulu kenna seg væl, tá ið undirskrivað er, eisini aftaná. Vit virkis- og førleikamenna og arbeiða virkið fyri at skapa dygdargott arbeiði, nøgdsemi og gjøgnumskygni. Vit umboða ein stóran part av føroyska marknaðinum.

Tínir førleikar
Tú hevur viðkomandi útbúgving og royndir. Vit rokna eisini við, at tú:
• hevur hug til handil og tænastu,
• ert fyrikomandi og samstarvandi,
• hevur áhuga fyri bústaðarmarknaðinum,
• hevur ans fyri detaljum.

Vit bjóða
Eitt spennandi og lívligt starv, góðar og dugnaligar starvsfelagar og góðar arbeiðsumstøður. Talan er um fast starv, og lønin verður ásett eftir avtalu.
Umsóknarfreistin er 17. mars 2025


Send eitt teldubræv við umsókn, lívsrensli og øðrum viðkomandi skjølum til Káru á Dunga, stjóra, á kad@betri.fo. Vilt tú vita meira um starvið, ert tú eisini vælkomin at venda tær til Káru á nevndu tpostadressu ella á telefon 519101.

Starvið verður sett sum skjótast, men vit bíða fegin eftir rætta umsøkjaranum.

Lýsing er stovnað4. March 2025
Umsóknarfreist17. March 2025
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
4 Yviri við Strond, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki