
Intersport Glyvrar
Hjá INTERSPORT vilja vit duga best at tæna ítróttarfólki við tí bestu vøruni og tí bestu leiðbeiningini. Vit eru ein partur av heimsins størstu ítróttarketu við meira enn 5.400 handlum í 44 londum.
INTERSPORT er ein av Føroya størstu ítróttarhandlum. Vit hava tríggjar handlar, og vit eru í fúkandi menning.

Søkja eftir sølufólki parttíð
Vit søkja eftir einum dugnaligum sølufólki, ið brennur fyri sølu og góðari tænastu.
Arbiðstíðin kunnu vera 3 dagar um vikuna og annanhvønn leygardag.
Tað er ein fyrimunir at hava royndir í sølu.
Hevur tú hug og evnir til at vera ein virðismikil ráðgevi og hjálpari hjá okkara kundum, so lat okkum hoyra frá tær.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at seta seg í samband við Joan á tlf. 235353
Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki
- at tú leggur dent á veruliga kundatænastu og arbeiðssemi, og at tú ert álítandi í øllum viðurskiftum.
- at tær dámar avbjóðingar og at læra nýtt.
- at tær dámar at hava við fólk at gera.
- at tú hevur góðan kunnleika til sosialar miðlar.
Lýsing er stovnað23. April 2025
Umsóknarfreist7. May 2025
Málslig krøv

Kravt

Kravt
Stað
38 Glyvravegur, Glyvrar 625, Føroyar
Starvsslag
Arbeiðsumhvørvi
Egnað til
Starvsgreinar
Starvsmerki