Articon
Articon
Articon

Smiður

Brennir tú fyri at arbeiða við bilum, stórbilum, entreprenørmaskinum, stáli og tekniskum skipanum annars? Vit hava nógvar spennandi uppgávur til ein maskinsmið og verður tú partur av okkara stáldeild á verkstaðnum

Stáldeildin fast serliga við at framleiða og uppseta stál konstruktiónir til byggjivinnuna og konstruktiónir annars á entreprenørmaskinum eins og at byggja kaianlegg.

Tú fær stóra ávirkan á tín arbeiðsdag. Vanliga arbeiðstíðin er mán-frí 08-16:10, men vit hava vanliga nógvar uppgávur so tann dugnaligi og ágrytni kann fáa nógva yvirtíð, um tað er eitt ynski.

Vit bjóða

  • Góð og skipaði arbeiðsviðurskifti
  • Nútímans útgerð
  • Eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har tú upplivir dygd, trygd og trivnað
  • Persónlig og fakliga førleikamenning
  • At verða ein partur av einum væl virkandi toymi, so tín daglig dagur gevur góða menning bæðipersónliga, sosialt og fakliga.

Tín vangamynd
Vit vænta, at tú:

  • er røkin og álítandi
  • ert arbeiðssom/-samur
  • ert sjálvstøðug/ur
  • Brennir fyri omanfyri nevndu uppgávum
  • Smittar góða lagi har tú kemur

Meira at vita um starvið
Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú seta teg í samband við Bárður Árnason, leiðara, tel. 216102

Verkstaðið hjá Articon heldur til á Hjalla

Í toyminum á verkstaðnum eru áleið 30 fólk. Vit arbeiða m.a. við klárgerð, service, feilfinning og umvæling av bilum, stórbilum og entreprenørmaskinum. Vit hava eina stáldeild í framleiðir og uppsetur stálkonstruktiónir og gerð umvælingar - alt frá smáðum uppgávum til størri kaianlegg. Eisini taka vit okkum av at byggja og umvæla ymiskar tekniskar skipanir. Vit leggja stóran dent á góðan trivna.

Lýsing er stovnað2. May 2024
Umsóknarfreist13. May 2024
Stað
20 Á Hjalla, Hoyvík 188, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki