Runavíkar Kommuna
Runavíkar Kommuna
Runavíkar Kommuna

SKÚLAVØRÐUR TIL RUNAVÍKAR KOMMUNU

Ein góður skúlavørður sæst ikki bara á bygninginum – hann merkist eisini í gerandisdegnum.

Vit sóknast eftir tær, sum hevur gott eyga fyri røkt og viðlíkahaldi, tekur ábyrgd og sjálvur sær, hvat skal gerast. Tú trívist í einum fjølbroyttum arbeiðsdegi millum børn, starvsfólk og onnur, sum dagliga brúka okkara skúlar.

Tú fært høvuðsábyrgdina av skúlabygningunum við Løkin, á Glyvrum og í Lamba og kemur saman við skúlavørðinum í Skála skúla at vera partur av einum toymi, sum í felag varðar av skúlabygningunum í Runavíkar kommunu.

Runavíkar kommuna fevnir um 15 bygdir. Fýra skúlabygningar verða nýttir til skúlabrúk í dagtímunum, men bygningarnir eru eisini karmur um nógv annað virksemi. Har er dagstovna- og frítíðarvirksemi og fjølbroytt mentanar- og frítíðarvirksemi. Skúlin við Løkin fevnir til dømis um fólkaskúla, musikkskúla, kvøldskúla, býarbókasavn og mentanarhúsið Løkshøll.

Arbeiðsuppgávur

Tú fært høvuðsábyrgd av at tryggja røkt og viðlíkahald av skúlabygningunum við Løkin, Glyvra skúla og Lamba skúla í samráð við trivnaðarleiðaran og teknisku deild hjá kommununi.

Ein týðandi partur av starvinum er at hava eyga við bygningunum og teirra standi. Tú sært, hvat krevur røkt, viðlíkahald ella ábøtur, tekur sjálvur stig til at loysa uppgávurnar og fylgir teimum upp, áðrenn smáir trupulleikar gerast stórir.

Tú fært eisini ábyrgd av at skipa reingerðina og arbeiðið hjá reingerðartoyminum.

Í skúlabygningunum eru framkomnar tekniskar skipanir, sum skulu stýrast, gagnnýtast, viðlíkahaldast og mennast. Tú tryggjar, at skipanirnar virka, sum tær skulu, og samstarvar við teknisku deild um viðlíkahald og ábøtur, tá tørvur er á tí.

Sum skúlavørður hevur tú ein týðandi leiklut í dagliga virkseminum á skúlunum. Tú tryggjar, at skúlarnir eru opnir um morgunin og at bygningarnir eru reinir, væl røktir og innbjóðandi hjá børnum, starvsfólkum og øðrum, sum koma inn um dyrnar.

Dagliga samstarvið er við skúlaleiðslurnar á staðnum, trivnaðardeildina og teknisku deild, sum varðar av bygningum hjá kommununi. Somuleiðis er samstarv við aðrar stovnar og aktørar, sum húsast í og brúka skúlabygningarnar.


Vit vænta av tær

Rætti umsøkjarin hevur hondverkaraútbúgving, góðan tekniskan sans og gott eyga fyri røkt og viðlíkahaldi.

Vit leggja stóran dent á, at tú ert nærlagdur og tekur ábyrgd. Tú arbeiðir sjálvstøðugt og skipað og hevur evni og vilja til sjálvur at síggja, hvat skal gerast. Tú tekur stig til uppgávurnar og tryggjar, at tær verða sæddar, fylgdar upp og loystar.

Nógv fólk í øllum aldri hava sína dagligu gongd í skúlabygningunum. Tí er eisini umráðandi, at tú ert fyrikomandi og tænastusinnaður og dugir væl at samstarva við bæði børn, starvsfólk, leiðslur og onnur, sum brúka bygningarnar.

Skúlavørðurin kemur at starvast á einum øki, sum broytist og mennist skjótt. Tí er neyðugt, at tú ert opin fyri broytingum, dugir at tillaga teg og hevur hug at vera virkin í menningini av økinum.

Løn

Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Føroya Handverkarafelag / Landsfelag Handverkaranna og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.


Setan

Miðað verður eftir at seta starvið skjótast tilber.


Umsóknir

Umsóknir skulu latast inn umvegis alfred.fo ella við at senda teldupost til rogvi@runavik.fo.

Umsóknarfreistin er sunnudagin 20. septembur 2026.


Nærri kunning

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Rógva Nybo, trivnaðarleiðara, við telduposti til rogvi@runavik.fo ella við at ringja á tel. 237045.

Lýsing er stovnað4. september 2026
Umsóknarfreist20. september 2026
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
Løksvegur 1
Glyvravegur 10
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki