Mentanargrunnur Landsins
Mentanargrunnur Landsins
Mentanargrunnur Landsins

Skrivstovufólk til Mentanargrunn Landsins

Virksemið í grunninum er vaksandi og fyrst í 2025 varð filmsgrunnurin lagdur til Mentanargrunnin at umsita, umframt eina nýggja játtan til framleiðslu av føroyskum tilfari til børn og ung. Søkt verður tí eftir skrivstovufólki til Mentanargrunn Landsins. Talan er um hálvtíðarstarv (20 tímar um vikuna).

Starvið

Uppgávurnar hjá skrivstovufólkinum eru

  • at taka ímóti og fyrireika umsóknir til nevndarfundir
  • at føra gerðabók grunsins
  • at taka sær av øllum vanligum skrivstovuarbeiði
  • at skipa útgjaldsumbønir
  • at umsita fundarpening
  • at bóka rokningar og ávísingar til inn- og útlond
  • at seta saman hagtøl til heimasíðuna

Ein nýggj umsitingarskipan er tikin í brúk, eins og heimasíðan verður dagførd. Skrivstovufólkið verður partur av hesum arbeiði.

Tvey starvsfólk eru í grunninum. Arbeiðið verður skipað í samráð við forfólk grunsins. Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum.

Førleikakrøv

Vit vænta, at tú

  • hevur skrivstovuútbúgving ella samsvarandi royndir
  • hevur góðan málkunnleika, serliga í føroyskum
  • hevur gott sjálvstøðugt arbeiðslag
  • ert ábyrgdarfull /ur og røkin
  • ert teldukøn/ur
  • hevur góð evnir at samskifta og samstarva
  • hevur innlit í grundleggjandi roknskap

Innlit í fyrisitingarlóg kann vera ein fyrimunur, men er ikki krav.

Setanartreytir

Starvið verður sett sum skjótast. Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Umsóknir

Umsóknir við avriti av prógvum, lívsrensli og møguligum viðmælum skula sendast til umsokn@mentanargrunnur.fo.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til forfólk Mentanargrunn Landsins á telefon 217321 (bert millum kl. 18 og 20), við at ringja til skrivstovu grunsins á telefon 220845 ella á telduposti umsokn@mentanargrunnur.fo.

Mentanargrunnur Landsins

Endamál grunsins er at styðja starv fyri føroyskum máli, bókmentum, list, vísindum og øðrum mentanarmálum, bæði hjá leikum og lærdum. Mentanargrunnur Landsins umsitur starvslønir, listafólkalønir, íverksetanarstuðul, filmsgrunnin og stuðul til ymiskar verkætlanir og styttri skeið til listafólk.

Grunnurin verður umsitin av eini 5 manna nevnd. Landsstýrisfólkið í mentamálum velur forfólk, næstforfólk og ein nevndarlim. Tveir nevndarlimir verða settir eftir tilmæli frá LISA, Listafólkasambandi Føroya. Nevndin viðger innkomnar stuðulsumsóknir og annað á nevndarfundum. Grunnurin umsitur tilsamans góðar 17 mió. kr. (2025).

Skrivstovan er á Lützenstrøð 4 í Havn.

Lýsing er stovnað11. March 2025
Umsóknarfreist31. March 2025
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Sera góður
Stað
Tórshavn, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki