Smyril Line
Smyril Line
Smyril Line

Set kós móti nýggjum ævintýrum

Set kós móti nýggjum ævintýrum: Gerst lærlingur í Tax Free handlinum umborð á

Norrönu

Ert tú áhugað/ur í sølu, ágrýtin og klár/ur at læra okkurt nýtt? So hava vit starvið, júst til tín.

Vit bjóða tær eitt spennandi lærupláss sum handilsatstøðingur í okkara flótandi Tax Free handli umborð áNorrönu við byrjan í februar 2025. Tú kemur at sigla 4 vikur og verður so eisini 4 vikur heima.

Tað er týdningarmikið fyri okkum, at tú fært eina góða útbúgving og einatráan eftir at halda áfram í vinnuni.

Kanska endar tú sum varaleiðari ella handilsstjóri ein dag?

Um starvið

Handilin bjóðar eitt stórt úrval av tollfríðum vørum innan luktilsi, smyrsli, smykkum, leikum, góðgæti og merkisvørum. Sum handilsatstøðingur fært tú møguleikan at menna tínar søluførleikar, umframt at læra um vørustýring og kundatænastu.

Tú verður partur av einum spennandi og sosialum arbeiðsumhvørvi, har tú kemur at knýta nýggj vinabond og hava tað stuttligt, ímeðan tú lærir. Vit leggja stóran dent á at hava gott samanhald umborð, og tú kemur at búgva í kamar saman við einum starvsfelaga.

Tínir eginleikar

Tú ert álítandi, fyrikomandi og dámar væl nýggjar avbjóðingar og trívist í einum høgum tempo.

Tú dugur væl at selja, hjálpa og práta við kundar okkara. Við tínum jaliga hugburði og góðu samskiftisevnunum,skapar tú eina góða uppliving fyri kundarnar, sum ger, at teir fara avstað við einum smíli.

Lærutíðin er millum 2-3 ár, alt eftir hvat skúlaprógv tú hevur. Tað er eitt krav, at tú hevur FHS, HH, studentella aðra viðkomandi útbúgving.

Soleiðis søkir tú

Er eitt sølufólk í tær, søk so læruplássið hjá okkum. Men bíða ikki ov leingi, tí vit lesa umsóknirnar leypandi.

Freistin at søkja er 26. januar 2025. Tú søkir starvið við at senda tína umsókn umvegis frymilin niðast á heimasíðuni HER.

Okkara handilsleiðarar, Mike L. Uhre og Ronnie Davidsen, vita meira um starvið. Tú ert vælkomin at ringja til teirra á +298 34 49 98 ella senda ein fyrispurning umvegis shopmanager@norrona.fo.

Setanarviðurskifti

Lønin verður ásett sambært galdandi sáttmála.

Um Smyril Line

Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Mykines, Akranes og Glyvursnes. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.

Lýsing er stovnað16. January 2025
Umsóknarfreist26. January 2025
Málslig krøv
DansktDanskt
Kravt
Miðal førleiki
EnsktEnskt
Kravt
Miðal førleiki
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
Smyril Line, 1 Yviri við Strond, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki