Articon
Articon
Articon

Samskipari til verkstaðsuppgávur

Ert tú okkara nýggi samskipari á verkstaðnum á Hjalla 20?

Dámar tær at samskifta, skipa arbeiðið og loysa spennandi uppgávur saman við dugnaligum starvsfeløgum og spennandi kundum? So er hetta møguleikin hjá tær!

Vit leita eftir einum eldhugaðum og nærløgdum samskipara, sum kanska hevur viðkomandi royndir.

Verkstaðið fevnir um smiðju og tekniskt viðlíkahald av entreprenørmaskinum, lastbilum og akførum. Vit eru eisini Volvo umboð fyri entreprenørmaskinur í Føroyum – tú verður sostatt partur av einum toymi við ábyrgd og fjølbroyttum uppgávum, sum gevur dagligdegnum góða meining.

Hvat fært tú ábyrgd av?

  • dagligt samskifti við kundar og skráseting av uppgávum
  • at leggja til rættis og halda yvirlit yvir arbeiðsuppgávur á verkstaðnum
  • at tryggja gott eftirlit við okkara maskinum og bilum
  • at samstarva við kundar og verkstaðsliðið um at finna røttu loysnirnar

Vit vænta, at tú:

  • ert ágrýtin, fyrikomandi og ábyrgdarfull/-ur
  • dugir væl at arbeiða skipað og sjálvstøðugt
  • hevur góð samstarvsevni og ert tænastusinnað/-ur
  • hevur royndir innan viðlíkahald ella verkstaðsarbeiði
  • dugir at nýta teldu og arbeiðir væl við skipanum
  • klárar teg á norðurlendskum og á enskum – munnliga og skrivliga

Hvat bjóða vit tær?

  • ein fjølbroyttan arbeiðsdag við ábyrgd og mennandi avbjóðingum
  • eitt sterkt og hjálpsamt toymi við góðum arbeiðsumhvørvi
  • fokus á dygd, trygd og trivnað
  • møguleika at mynda tín egna arbeiðsdag og menna tínar førleikar
  • Kappingarføra løn og treytir sambært útbúgving og royndum

Kundi tú sæð teg sjálvan í hesum leiklutinum?

So send okkum eina umsókn – vit gleða okkum at hoyra frá tær!

Lýsing er stovnað8. May 2025
Umsóknarfreist23. May 2025
Málslig krøv
DansktDanskt
Kravt
Miðal førleiki
EnsktEnskt
Kravt
Miðal førleiki
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
20 Á Hjalla, Hoyvík 188, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki