Suðuroyar Barnaverndartænasta
Suðuroyar Barnaverndartænasta
Suðuroyar Barnaverndartænasta

Sálarfrøðingur

Søkt verður eftir sálarfrøðingi til Suðuroyar Barnaverndartænastu til setan frá 1 august 2025. Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna. Kann møguliga blíva fleiri tímar um tørvur verður á tí.

Arbeiðsøki

Suðuroyar Barnaverndartænasta er eitt samstarv millum allar 7 kommunurnar í oynni og er staðsett á Tvøroyri og starvsstaðið er á Tvøroyri.

Sálarfrøðingurin fer at virka í tøttum samstarvi við starvsfólkið á deildini.

Arbeiðsuppgávur

  • Samrøður við børn, ung og foreldur
  • Viðger av børnum, ungum og familjum
  • Útgreining av børnum og ungum
  • Supervisión og faklig sparring

Vit ynskja okkum starvsfólk sum

  • Hava góð samskiftis- og samstarvsevni
  • Eru álítandi og arbeiðssom
  • Tola at arbeiða undir trýsti
  • Kunnu arbeiða sjálvstøðugt

Førleikakrøv

  • Útbúgvin sálarfrøðingur. Um tú hevur autorisatión, kann tað vera ein fyrimunur.

Viðkomandi royndir eru ein fyrimunur, men ongin treyt.

Vit kunnu bjóða

  • Eitt spennandi og fjølbroytt starv
  • Fakligt samstarv við sálarfrøðingar hjá hinum barnaverndartænastunum og Barnaverndarstovu Føroya
  • Førleikamenning eftir umstøðum og tørvi
  • Supervisión

Løn og setanarviðurskifti

Løn og setanarviðurskifti eftir sáttmála við Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

Nærri upplýsingar

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jónleyg Finnsdóttir, leiðari á Suðuroyar Barnaverndartænastu á 288085 ella t-post jonleyge@tvoroyri.fo

Umsóknarfreist:

Skrivlig umsókn, saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir, skal vera Suðuroyar Barnaverndartænastu, í hendi í seinasta lagi mánadagin 28 apríl kl. 12.00.

Umsóknin skal sendast til Suðuroyar Barnaverndartænastu, Sornhúsvegur 22, Postboks 104, 800 Tvøroyri ella á teldupost adressu jonleyge@tvoroyri.fo

Vit tilskila okkum rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum.

Lýsing er stovnað18. March 2025
Umsóknarfreist28. April 2025
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Sera góður
Stað
22 Sornhúsvegur, Tvøroyri 800, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki