Títt Rúm
Títt Rúm
Títt Rúm

Sálarfrøðingur

Títt Rúm hevur eitt áhugavert og fjøltáttað farloyvisstarv sum sálarfrøðingur leyst at søkja.

Ert tú álitisvekjandi, opin og samstarvssinnað/ur? Brennur tú fyri at gera mun ímillum børn, ung og vaksin, sum hava ella hava havt rúsbundin foreldur og at veita einstaklinga- og bólkaviðgerð? Ynskir tú at arbeiða við ráðgeving og viðgerð av foreldrum, sum uppliva rús sum eina avbjóðing í sínum foreldraleikluti ella í sínum nærsambondum? Og at vera við til at menna hjálpina og yrkisførleikarnar innan familjuarbeiði í Føroyum í mun til rús? So er hetta rætta starvið til tín.

Talan er um farloyvisstarv í eitt ár.

Um Títt Rúm

Títt Rúm er eitt fyribyrgjandi viðgerðartilboð til øll í aldrinum 0-35 ár, sum hava foreldur, sum hava ella hava havt rústrupulleikar, og familjur teirra. Talan er um eitt ókeypis lággáttartilboð, sum er partur av fyribyrgingardeildini hjá Bláa Krossi Føroya.

Viðgerðin í Títt Rúm verður tillagað til tørvin hjá teimum, sum venda sær til Tìtt Rúm. Tískil bjóðar Títt Rúm fleiri ymiskar viðgerðir, herundir:

  • Bólkatilboð til ymiskar aldursbólkar
  • Foreldrabólkar til foreldur í barnsburðarfarloyvi og Circle of Security Parenting bólkar
  • Einstaklingaviðgerð
  • Foreldraráðgeving og -viðgerð
  • Familjuviðgerð
  • Parviðgerð

Eisini arbeiða vit í Títt Rúm við kunnandi og fyribyrgjandi virksemi í mun til rús bæði á ymiskum miðlum, á skúlum og stovnum og til ymisk viðkomandi tiltøk.

Førleikakrøv

Vit søknast eftir starvsfelaga, sum:

  • Hevur útbúgving sum sálarfrøðingur
  • Hevur góðar førleikar at samstarva og til sjálvstøðugt at leggja til rættis og útføra egnar arbeiðsuppgávur
  • Hevur áhuga fyri í samstarvi við leiðslu og starvsfelagar at luttaka í víðari menning av arbeiðnum hjá Títt Rúm
  • Tekur undir við Blákross hugsjónini

Vit bjóða

  • eitt spennandi starvsøki í støðugari menning
  • eitt arbeiðsumhvørvi við denti á yrkisføri og menning
  • tætt samstarv við starvsfelagar í einum vælvirkandi toymi
  • viðkomandi supervisión

Setanarviðurskifti
Talan er um fulltíðarstarv, men møguleiki er fyri at arbeiða niðursetta tíð. Starvsheitið er sálarfrøðingur. Setanar- og lønartreytir eru sambært avvarðandi sáttmála. Setanarstaðið er Títt Rúm í Kongagøta 8, Tórshavn.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Títt Rúm skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Alisu Hammer, leiðara í Títt Rúm t-post: alisa@blakross.fo, ella tlf. 770 709.

Umsóknin skal sendast til: tittrum@blakross.fo ella umvegis Alfred

Lýsing er stovnað16. October 2024
Umsóknarfreist25. October 2024
Stað
8 Kongagøta, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki