Globe Tracker
Globe Tracker
Globe Tracker

Roknskaparfólk til Globe Tracker

Virksemi okkara veksur, og vit leita tí eftir einum nærløgdum, skipaðum og ábyrgdarfullum bókhaldara til okkara fíggjardeild.
Talan er um eitt fulltíðarstarv. Tó kann avtala gerast um aðra starvstíð eftir ynski. Staðsetingin er høvuðsskrivstovan í Tórshavn.
Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki
Uppgávurnar eru allar dagliga fyrikomandi uppgávur á eini fíggjardeild, herundir:
  • Leypandi dagføring av inngangandi fakturum um fakturaskipanina. 
  • Fakturering og skuldarabókhald.
  • Lønarumsiting.
  • Aðrar vanligar bókhaldsuppgávur.
Krøv til útbúgving og førleikar

Vit leita eftir einum fólki, ið hevur:

  • Royndir við roknskapi í líknandi starvi. 
  • Førleikar at nýta Business Central, ella aðra líknandi fíggjarskipan.
  • Førleikar at samskifta á enskum í skrift og talu.
 
Globe Tracker er ein altjóða fyritøka við deildum í 8 londum. Tað er tí neyðugt at viðkomandi, ið settur verður, er førður fyri at samskifta á enskum í dagliga arbeiðnum.
Ágóðar við starvinum

Løn og setanartreytir annars sambært avtalu. Um spurningar eru kunnu tit venda tykkum til Heina Thomsen, fíggjarstjóra tlf 754707 ella teldupost heini.thomsen@globetracker.com.

Lýsing er stovnað30. January 2025
Umsóknarfreist16. February 2025
Málslig krøv
EnsktEnskt
Kravt
Sera góður
Stað
Tórshavn, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki