Tórshavnar Kommuna
Tórshavnar Kommuna
Tórshavnar Kommuna

Rakstarleiðari til Ítróttaanlegg

Søkt verður eftir rakstrarleiðara til tann partin av virkseminum, sum fevnir um ítróttahallir og fimleikahallir.

Stovnurin Ítróttaanlegg hevur um hendi allar ítróttahallir, fótbóltsvøllir og ítróttabreytir í kommununi.

Talan er um nýtt starv, sum verður myndað í felag við stovnsleiðaranum fyri Ítróttaanlegg. Saman við leiðaranum fyri Ítróttaanlegg hevur rakstrarleiðarin ábyrgd av røkt og viðlíkahaldi av hallum. Eisini eru teknisku skipanir partur av uppgávuni. Ítróttaanlegg brúkar nógvar ymiskar tekniskar fyriskipanir sum krevja viðlíkahald og dagføringar.

Tú kemur at hava ávirkan á dagliga og framtíðar viðlíkahaldið og útbyggingina av økinum.

Á økinum starvast 17 starvsfólk.


Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um at:

  • leggja til rættis arbeiðið og raðfesta uppgávur
  • hava tætt samstarv og samskifti við ítróttafeløgini og viðkomandi sersambond
  • samskipa størri umvælingar og viðlíkahald í samstarvi við leiðaran
  • hava eftirlit við tekniskari útgerð s.s. lyklaskipan, lásaskipan, hitaskipanir og aðrar tekniskar skipanir
  • gera ymiskar smærri handverkarauppgávur
  • bíleggja vørur og samskifta við veitarar
  • standa fyri rakstri og viðlíkahaldi av skipanum, sum eru knýttar at hallum


Vit ynskja ein persón sum:

  • hevur viðkomandi útbúgving og royndir innan øki
  • dámar at hava nógvar bóltar í luftini
  • hevur koyrikort
  • er samstarvsáhugaður og tænastusinnaður
  • hevur góðar telduførleika

Tú mást tola at arbeiða undir trýsti í sambandi við tiltøk í ymisku hallinum so sum landsdystir, altjóða kappingar, mentanartiltøk og stórar verkætlanir.

Rakstrarleiðarin hevur beinleiðis tilvísing til leiðaran fyri Ítróttaanlegg.


Innleiðsla

Skipað verður fyri innleiðslu.

Miðað verður eftir, at rakstrarleiðarin verður settur skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.


Setanartreytir

Starvið er fulla tíð. Harumframt má stundum væntast at arbeiða uttanfyri vanligar arbeiðstíðir.

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. (Starvið er flokkað sum deildarleiðari 1. Reiðuviðbót verður latin).

Tann starvssetti má tola broytingar í innihaldi og vavi av starvinum.

Sambært § 2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Lýsing er stovnað9. February 2024
Umsóknarfreist23. February 2024
Stað
Tórshavn, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki