Sambandsflokkurin á Fólkatingi
Sambandsflokkurin á Fólkatingi
Sambandsflokkurin á Fólkatingi

Ráðgevi til Sambandsflokkin á Fólkatingi

Sambandsflokkurin á Fólkatingi sóknast eftir einum ráðgeva at byrja á skrivstovuni 1. august 2025 ella eftir nærri avtalu.

Sum ráðgevi hjá okkum fært tú innlit í politiska gerandisdagin á Fólkatingi. Vit kunnu bjóða tær eitt áhugavert starv i einum mennandi umhvørvi. Starvsfólkahópurin hjá okkum arbeiðir tætt saman, og vit gleða okkum til, at tú verður partur av góða felagsskapinum á skrivstovuni á Christiansborg.

Førleikar
Vit vænta, at tú:

  1. Hevur áhuga í bæði føroyskum og donskum politikki
  2. Hevur góð samstarvsevni
  3. Arbeiðir sjálvstøðugt
  4. Hevur góðar málsligar og skrivligar førleikar á føroyskum, donskum og enskum
  5. Megnar at hava fleiri bóltar í luftini
  6. Ert ábyrgdarfull/fullur
  7. Dugir at seta teg inn í torskild mál og fjølbroytt evni

Praktiskar upplýsingar
Talan er um eitt fulltíðarstarv sum ráðgevi á skrivstovuni hjá Annu Falkenberg og Sambandsflokkinum á Fólkatingi, sum liggur á Christiansborg í Keypmannahavn.

Lønin verður sett sambært avtalu.

Umsókn og onnur viðkomandi skjøl skulu sendast til Kaj Joensen á teldupost: kaj.joensen@ft.dk í seinasta lagi 30. juni 2025.

Skriva “Ráðgevi” í evnisteigin. Vit halda setanarsamrøður leypandi og sum skjótast eftir umsóknarfreistina.

Um tú hevur spurningar til starvið ella Sambandsflokkin á Fólkatingi, ert tú vælkomin at venda tær til Kaj Joensen á tlf. +45 61625724

Vit gleða okkum at hoyra frá tær.

Lýsing er stovnað16. June 2025
Umsóknarfreist30. June 2025
Málslig krøv
EnsktEnskt
Kravt
Sera góður
DansktDanskt
Kravt
Sera góður
FøroysktFøroyskt
Kravt
Sera góður
Starvsslag
Egnað til
Starvsgreinar
Starvsmerki