Heilsufrøðiliga starvsstovan
Heilsufrøðiliga starvsstovan
Heilsufrøðiliga starvsstovan

Deildarleiðari til mikrobiologisku kanningarstovu

Vit søkja eftir deildarleiðara til mikrobiologisku kanningarstovuna.

Deildin ger mikrobiologiskar kanningar av matvørum, drekkivatni, framleiðsluvatni, fóðri, súrløgu, reinføri og tílíkt.

Kanningarstovan er væl útgjørd til mikrobiologiskar kanningar.

Starvslýsing

Deildarleiðarin á mikrobiologisku kanningarstovuni hevur høvuðsábyrgdina av:

  • Leiðslu av deildini
  • At menna og stovnseta kanningarhættir á mikrobiologiska fakøkinum
  • At tryggja, at kanningarnar og arbeiðið altíð er í samsvari við akkrediteringina
  • At fakliga menningin nøktar tann tørv, sum myndugleikar og viðskiftarar hava fyri kanningum og tænastum á økinum
  • At menna starvsfólk fakliga
  • At dagføra og framhaldandi menna góðskuskipanina sambært DS/EN ISO/IEC 17025:2017
  • Samskifti við mynduleikar og viðskiftarar av kanningum.

Starvið fevnur eisini um aðrar uppgávur í sambandi við rakstur av deildini.

Deildarleiðarin er partur av leiðslubólkinum á stovninum og hevur sostatt eisini stovnsuppgávur.

Krøv til útbúgving, kunnleika og persónligir eginleikar

Akademiskt prógv í náttúruvísindi frá hægri lærustovni / universiteti við denti á mikrobiologi.

Áhugi krevst fyri KT skipanum sum heild.

Tú skalt vera fakliga væl fyri, duga væl at samstarva og at samskifta, vera vælskipað/-ur og greið/-ur og duga at leiða eitt toymi.

Haraftrat skalt tú duga væl at fara við starvsfólki og viðskiftarum hjá stovninum annars.

Tín málsligi førleiki er føroyskur / norðurlendskur, eins og málsligur førleiki í enskum er ein fyrimunur.

Tað er ein fyrimunur við leiðsluroyndum eins og tað er ein fyrimunur við starvsstovuroyndum ella tilsvarandi.

Tíð og setanarviðurskifti

Starvið er fulltíðarstarv til setan eftir avtalu.

Lønin verður sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya. Viðbótin fyri deildarleiðarastarvið er samsvarandi deildarleiðara 2.

Sí annars heimasíðuna hjá Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum: www.fmr.fo.

Umsóknin

Umsókn til starvið, við avriti av prógvum, tilvísingum og viðmælum, skal verða okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 23. Juni 2025 og latast á hfs@hfs.fo ella til Heilsufrøðiliga starvsstovan, Smyrilsvegur 7, FO 100 Tórshavn.

Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Bárð Enni, stjóra á telefon 55 64 00.

Heilsufrøðiliga starvsstovan er stovnur undir Uttanríkis- og vinnumálaráðnum. Stovnurin umsitur m.a. matvøru-, djórasjúku-, djóravælferðar-, djóralækna- og alilógina og rekur kanningarstovu í hesum sambandi.

Lýsing er stovnað4. June 2025
Umsóknarfreist23. June 2025
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
DansktDanskt
Kravt
Miðal førleiki
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki