Javnaðarflokkurin á Fólkatingi
Javnaðarflokkurin á Fólkatingi
Javnaðarflokkurin á Fólkatingi

Ráðgevi til Javnaðarflokkin á Fólkatingi

(Fotografur og upphavsrættur Anders Hviid)

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi søkir eftir ráðgeva til skrivstovuna á Christiansborg.

Hetta er ein skrivstova við nógvum og fjølbroyttum virksemi og støðugum samskifti.

Teir umsøkjarar hava fyrimun, sum hava viðkomandi útbúgving, áhuga fyri og innlit í politikki, royndir innan umsiting og sum duga væl at samskifta í orð og talu – bæði á føroyskum og donskum. Royndir frá fjølmiðlaheiminum eru somuleiðis ein fyrimunur.

Neyðugt er at hava bústað í Danmark og starvsstað á Christiansborg í Keypmannahavn. Talan er um tíðaravmarkað starv til ársenda 2025 við møguleika fyri framhaldi.

Umsókn saman við prógvum, viðmælum og viðkomandi skjølum skulu sendast til: [email protected] í seinasta lagi 9. februar 2025. Meiri fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við Sjúrð á tel. +45 61 62 51 99 ella við Benny E. Lervig, politiskan ráðgeva á +45 61 62 52 14 / [email protected]

Lýsing er stovnað23. januar 2025
Umsóknarfreist9. februar 2025
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Sera góður
DansktDanskt
Kravt
Sera góður
EnsktEnskt
Kravt
Miðal førleiki
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki