Ráðgevi
Tú hevur sans fyri marknaðarføring og hevur hugskot, sum avbjóða og geva úrslit. Tí trívist tú væl í einum kreativum umhvørvi við høgari ferð og avbjóðandi uppgávum.Kennir tú teg aftur? So er tað kanska tær, vit leita eftir.
Vit eru ein livandi og framsíggin samskiftisfyritøka, sum leggur dent á at skapa virði saman við kundum. Vit lurta, spyrja og skilja. Vit bjóða av, ráðgeva og vísa á loysnir.
Vit eru eitt arbeiðspláss við kreativum, stuttligum og nýhugsandi starvsfeløgum - og hava ein óformellan tóna. Vit arbeiða bæði á føroyska og altjóða marknaðinum og hava áhugaverdar kundar, sum seta høg krøv til kreativitet og góðsku.
UM STARVIÐ
Sum marknaðarráðgevi ert tú nýhugsandi og hevur dirvið til at ráðgeva spennandi føroyskum fyritøkum at velja nýggjar leiðir innan marknaðarføring og branding. Hjá okkum hevur tú møguleika at mynda starvið og dyrka tínar førleikar.
TÚ
- hevur royndir innan marknaðarføring, ert nýhugsandi, megnar at arbeiða kreativt, tekur ábyrgd og dugir at avslutta uppgávur.
- hevur góð samstarvsevni, arbeiðir skipað og handlar skjótt.
- dugir føroyskt og dugir væl at samskifta í skrift og talu.
UMSÓKNARFREIST
Heldur tú, at starvið ljóðar áhugavert, so send okkum eina umsókn við viðkomandi skjølum í seinasta lagi sunnudagin 15. desember 2024. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Umsóknin skal sendast til: starv@sansir.fo.
LØN OG SETANARTREYTIR
Talan er um eitt fulltíðarstarv. Starvið verður sett skjótast gjørligt og lønt sambært avtalu. Hevur tú spurningar, kanst tú ringja til Tór Verland Johansen á 299372.