

Námsfrøðingar til Sóljuhjarta
Í Sóljuhjartanum eru 4 barnagarðstovur, 4 vøggustovur og náttúrbarnagarður í Æðuvík.
Í Sóljuhjartanum starvast 45 faklig, dugnalig og íðin starvsfólk.
Vit kunnu bjóða:
• Spennadi og fjøllbroytt størv, har námsfrøðin, barnabólkurin og einstaka barnið er í miðdeplinum.
• Eitt starv, har tú setur dám á gerandisdegin.
Vit vænta, at tú:
• hevur ein savnandi hugburð
• ert opin, erlig/ur og fyrikomandi
• leggur teg eftir at geva barninum ein innihaldsríkan gerandisdag
• ert tilvitað/ur um menningina hjá einstaka barninum
• ert týðilig/ur í samskifti og leggur dent á gott samstarv hevur umsorgan fyri børnunum
• er íðin, nærlagdur, álítandi og megnar broytingar um so skuldi verið
• hevur gott yvirlit og megnar væl at skipa dagin , er nýhugsandi og ígongdsetandi
• sær møguleikar í náttúruni og dugir at gera brúk av teimum í arbeiðinum
Setanin er so skjótt, sum til ber, ella eftir avtalu!
Setanarviðurskifti:
Løn og setanarviðurskiftið eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) og Føroya Pedagogfelag.
Nærri fæst at vita um størvini, við at tosa við til Káru Løkin, leiðara tlf. 297171, umsóknin skal sendast til soljuhjarta@runavik.fo
Kára S. Løkin, leiðari
Sóljuhjarta
Tlf. 297171
soljuhjarta@runavik.fo
