
Smílikullan
Frítíðarheimið Smílikullan heldur til í bygdarskúlanum í Miðvági og er fyri børn í 1. og 2. flokki.
Smílikullan liggur sum ein perla, beint við sandin, fótbóltsvøllin, stóra spæliplássið í bygdini og viðarlundina.

Námsfrøðingar til Smílikulluna
Søkt verður eftir námsfrøðingum til eitt spennandi og fjølbroytt starv í frítíðarskúlanum. Talan er um trý størv á 25-30 tímar um vikuna og eitt stuðuls starv á 15 tímar um vikuna.
Størvini verða sett sum skjótast ella 16. oktober 2023. Møguleiki er fyri færri/fleiri tímum um vikuna.
Vit vænta
- At tú ert við til at menna námsfrøðiliga arbeiði á stovninum, er kreativ/ur og torir at hugsa nýtt
- At tú ert fleksibul, hevur eitt gott hugflog, dugir at hugsa í loysnum og hevur eina jaliga tilgongd til uppgávuna
- At tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevnir og megnar at virka fyri góðum samstarvi við børn, foreldur og starvsfelagar
- At tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt, tekur ábyrgd og avgerðir, ið fremja barnsins bestu menning
- At tú hevur hug og áræði, at vera við til at skapa ein fjølbroyttan, stuttligan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgunum
- At tú hevur vitan og/ella áhuga fyri at læra viðkomandi amboðini og arbeiðshættirnar
- At tú hevur ein burðardyggan og náttúruvinarligan hugburð
- At tær dámar væl at vera úti og brúka rørslu og náttúruna, sum námsfrøðiligt amboð
Vit kunnu bjóða tær
- Eitt fakligt mennandi starv á einum stovni í menning, við nýhugsan og nýggjari visjón
- Eitt spennandi og gott arbeiðsumhvørvi
- Eitt starv har tú kanst nýta tínar dygdir og hava ávirkan, samstundis sum tú mennir teg sjálva/n
- Eitt starv við ymiskum verkætlanum, ið er í tøttum samstarvi við aðrar myndugleikar á økinum
Lýsing er stovnað19. september 2023
Umsóknarfreist4. oktober 2023
Málslig krøv
FøroysktKravt
Stað
13 Tormansbakki
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki


