

Námsfrøðingur til Barnahúsið Sellan á Skála
🌟 Vit byggja, baka, dansa og syngja – vilt tú verða við?🌟
Hevur tú hjarta fyri børnum, gleði av spæli og trúgv á, at tær smáu løturnar kunnu gera mun?
So ert tú júst tann, sum vit leita eftir í Barnahúsinum Sellanum á Skála!
👶 Um okkum:
Barnahúsið Sellin er eitt livandi og fjølbroytt barnahús við 60 børnum, sum er býtt á:
· Tvær vøggustovur.
· Tvær barnagarðsstovur.
· Eina úti barnagarðsstovu.
Harafturat hava vit ein frítíðarskúla, ið er knýttur at somu leiðslu.
Vit eru ein felagsskapur, sum trýr at spæl, nærvera og gleði eru ein kjarna í barnalívinum.
🌈 Vit leita eftir:
· Einum námsfrøðingi til eina barnagarðsstovu.
· Einum námsfrøðingi til eina vøggustovu.
· Einum námsfrøðingi til ein útibólk.
Í Barnahúsinum Sellanum ert tú ein partur av einum toymi, ið skapar tryggleika, menning og gleði — bæði fyri børn og vaksin.
🌼 Nordplus verkætlan:
Árið 2026/2027 er Barnahúsið Sellin ein partur av eini spennandi Nordplus junior mobility verkætlan. Verkætlanin eitur Life near water: plants-animals-people, og hon er gjørd í samstarv við teimum Baltisku londunum, Letland, Litava og Estland. Í verkætlanin leggja vit dent á lívið tætt við vatn og sjógv – plantur, djór og menniskju.
Ígjøgnum verkætlanina fáa børn og starvsfólk møguleika at kanna náttúruna, læra um umhvørvið og menna fatanina av, hvussu lívið hjá menniskjum, plantum og djórum hongur saman. Samstundis gevur samstarvið okkum nýggj sjónarhorn, fakliga menning og sterkari altjóða sambond.
💫 Tín gerandisdagur, sum námsfrøðingur í Barnahúsinum Sellanum:
· Tú verður við til at skapa tryggleika, gleði og menning.
· Tú kann spæla, byggja, dansa, baka, syngja og fara á ævintýraferð saman við børnunum.
· Tú kann fara túrar í vøkru náttúruni á Skála, og geva børnunum góðar upplivingar.
· Tú hjálpir børnunum at finna sínar egnu styrkir, og at menna seg í spæli og samveru.
· Tú hevur tætt samstarv við foreldur og starvsfelagar, so vit øll fáa ein tryggan og mennandi gerandisdag.
🌼 Vit leita eftir tær, sum:
· Hevur útbúgving sum námsfrøðingur – ella er hjálparfólk við royndum og eldhuga.
· Er opin, blíð/ur, kreativ/ur og álítandi.
· Sær gleðina í teimum smáu løtunum.
· Sær møguleikar og meiningina í, at geva børnunum eitt ríkt útilív.
💚 Vit bjóða tær:
· Góðar arbeiðsumstøður við fyrireikingartíð og rúm fyri menning.
· Ein góða normering, ið stuðlar námsfrøðiliga virkseminum og trivnaðinum hjá børnunum.
· Eitt jaligt og fjølbroytt arbeiðspláss, har vit gera okkum ómak og leggja dent á, at hava tað stuttligt í gerandisdegnum.
· Hjálpsamir og eldhugaðir starvsfelagar við stórum hjørtum.
· Ein møguleika at menna teg fakliga. Í Barnahúsinum Sellanum arbeiða vit við Tiltøk í Tøkum Tíma (TÍTT) og Marte Meo.
· Eitt sterkt tvørfakligt samstarv.
📜 Setanarviðurskifti:
· Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.
· Barnaváttan verður kravd sambært §2 í barnaváttanarlógini.
· Starvið verður sett frá januar 2027 ella áðrenn.
Vit gleða okkum at hoyra frá tær!
Send umsókn við prógvum, lívsrensli og møguligum ummælum í seinasta lagi 15. desember gjøgnum Alfred.fo.
✨ Meira fæst at vita við at venda sær til:
Sonju Einarsdóttir, leiðara, á tlf. 212252 / 667160.
Bjørk Lamhauge, varaleiðara á tlf. 219313
Føroyskt