Fuglafjarðar kommuna
Fuglafjarðar kommuna
Fuglafjarðar kommuna

Námsfrøðingar og avloysarar til Kamb á Kambsdali

Søkt verður eftir:

· Námsfrøðingum, at arbeiða 30-40 tímar um vikuna.

· Føstum avloysara, at starvast 25 tímar um vikuna. Tó kann tímatalið tillagast. Sum fastur avloysari røkir tú fjølbroyttar uppgávur í samband við fráveru vegna feriu, sjúku o.l. Leiðslan leggur arbeiðsætlan. Tó er týdningarmikið, at megna broytingar við stuttum skotbrái.

· Størvini eru til setan 5. august 2024, ella eftir nærri avtalu.

· Námsfrøðislesandi, ið fáa prógv í summar, eru vælkomnir at søkja.

· Um námsfrøðingar ikki verða settir, kunnu hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.

Um dagstovnin og frítíðarskúlin Kamb:

Kambur er dagstovnur, ið er staðsettur í náttúruvøkrum umhvørvi á Børkugøtu 2 á Kambsdali, og veitir heildags tilboð til 6 ára gomul børn í Fuglafjarðar kommunu og er frítíðarskúli fyri 1. og 2. flokk. Á stovninum eru umleið 65 børn.

Vit liggja í sera góðum náttúru umhvørvi, sum birtir upp undir nógv spennandi virksemi, bæði skapandi og granskandi.

Á Kambi hava vit nógv ymisk bólkavirksemi hvørja viku, har vit leggja dent á tað málsliga og sosiala hjá børnunum. Vit eru dagliga túrar við børnunum.

Vit ynskja at umsøkjarin:

· Dugir at seta seg inn í støðuna hjá barninum

· Hevur áhuga og áræði at skapa ein tryggan og fjølbroyttan dag saman við barninum

· Kann taka ábyrgd og hevur góð samstarvsevnir

· Er við at menna námsfrøðiliga arbeiðið

· Dámar væl at hava virksemi uttandura

· Sum megnar møguligar broytingar í arbeiðinum

· Sær møguleikar fram um forðingar

Vit bjóða:

· Eitt spennandi starv, sum er í støðugari menning, har tú kanst vera við at mynda og seta tín dám á stovnin

· Eitt starv við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum og har tú kanst vísa tínar dygdir og samstundis menna teg sjálvan persónliga og fakliga

Setanarviðurskifti:

Arbeiðstíðin er mánadag–fríggjadag millum kl. 7.15-17.00, og fundarvirksemi eftir vanliga arbeiðstíð.

Løn eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært § 2 í barnaváttanarlógini hevur stovnurin skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Umsóknarfreistin er sunnudagin 9. juni 2024.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Tanju Simonsen á tlf. 238092, ella [email protected]

Lýsing er stovnað17. mai 2024
Umsóknarfreist10. juni 2024
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Stað
Børkugøta, Kambsdalur 530, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki