Barnahúsið IMBA
Barnahúsið IMBA
Barnahúsið IMBA

Námsfrøðingar ella hjálparfólk

Brennur tú fyri góða, stuttliga, mennandi ávirkan á lívið hjá børnum!

Barnahúsið IMBA søkir eftir námsfrøðingum ella hjálparfólki, at byrja í starvi 01.03.2024, ella eftirnærri avtalu.

Til vøggustovurnar Lítlidalur og Áardalur 1 starvsfólk til 30 tíma viku og 3 starvsfólk til 33 tíma viku Til barnagarðsstovuna Breytadalur 1 starvsfólk 33 tíma viku til farloyvisstarv frá 01. Mars 2024 til 01. Februar 2025

Til barnagarðsstovuna Fossdalur 1 stuðulsstarv 20 tíma viku seinnapart. Um eingin námsfrøðingur søkir verður hjálparfólk sett tíðaravmarkað.
Ein tími fyrireikingartíð um vikuna er til størvini.

Eitt av mongu arbeiðsamboðunum Barnahúsið Imba brúkar er arbeiðsamboði betri vinir.

Søkt verður eftir starvsfólki, sum:

  • Hevur mildleika, tolsemi, virðing, nærlagni og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum.
  • Er jaligt, tekur ábyrgd og hevur góð samstarvsevni.
  • Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan, mennandi, tryggan og stuttligan gerandisdag saman við børnunum.
  • Er sjálvstøðugt, álítandi og nærverandi.
  • Sær møguleikar í gerandisdegnum á og útfrá dagstovninum.

Fysisku karmarnir, ið vit hava eru: Ein stovn við góðum innandura og uttandura spæliplássi.
Ein stovn, sum liggur mitt í náttúruøki, beint millum haga, fjøru og fótbóltsvøll.

Setanarviðurskifti: Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Starvsstaður er Barnahúsið IMBA, Barnahúsið Imba er dagstovnur hjá Hvannasunds kommunu. Tann, ið settur verður, skal kunna starvast við øllum børnunum á stovninum, og um stovnurin og/ella leiðslan hava tørv á tí, má starvsfólkið kunna flyta ímillum stovurnar ella flyta stovu. Eisini hoyrir ymiskt praktiskt arbeiði við til starvið.

Umsókn við prógvi og møguligum viðmælum/royndum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 26. februar 2024, kl. 12:00.

Lýsing er stovnað12. February 2024
Umsóknarfreist26. February 2024
Starvsslag
Stað
Hvannasund, Føroyar
Starvsgreinar
Starvsmerki