Kringvarp Føroya
Kringvarp Føroya
Kringvarp Føroya

Miðlasamskipari

Kringvarpið er í eini áhaldandi menning av heimasíðu, app og marknaðarføring, og starvið er i høvuðsheitum tongt at hesum uppgávum.

Tann, ið settur verður, skal fyrst og fremst standa fyri marknaðarføring av tilfari og umsiting av sosialum miðlum, men eisini hjálpa til at menna heimasíðuna í síni heild.


Um starvið

Kringvarpið hevur fleiri redaktiónir, sum eru virknar á heimasíðuni kvf.fo. Høvuðsuppgávan er at gera útgávuætlanir fyri sendingar á skránni og at útinna tær í verki á pallum okkara. Tað er umráðandi, at tú ert uppsøkjandi og dugir at skipa arbeiðið úr byrjan í enda.

Vit ímynda okkum, at tú dugir væl at skriva, og tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við talgildum samskifti. Tín uppgáva verður eisini at hjálpa til at menna og røkja heimasíðuna í síni heild.

Miðlasamskiparin arbeiðir í tøttum samstarvi við skrásamskipararnar og nettoymið og skal somuleiðis arbeiða tvørtur um deildir við útgávuætlanum fyri sendingar á skránni.


Førleikar

• Tú hevur miðlaútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving ella arbeiðsroyndir, sum kunnu javnsetast
• Tú hevur royndir við talgildum samskifti og sosialum miðlum
• Tú dugir væl at seta teg inn í nýggja tøkni
• Tú hevur góð samskiftisevni og dugir føroyskt væl og virðiliga í skrift og talu

Vit bjóða

• Eitt mennandi og spennandi starv, har tú sleppur at brúka tíni skapandi evni
• Eitt sjálvstøðugt arbeiði, sum tú kanst seta tín dám á
• Eitt starv, sum gevur tær innlit í føroyska samfelagið

Vit vilja

• At tú hevur góð samstarvsevni og ert forvirkin
• At tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og skipað
• At tú ert ágrýtin og dugir væl at loysa mál undir tíðartrýsti
• At tær dámar at arbeiða í skiftandi vaktum og uttan fyri vanliga arbeiðstíð
• At tú hevur evnini at síggja fyrimunir og loysnir fram um forðingar og vansar


Setanarviðurskifti

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið. Starvið er fulla tíð, men møguleiki er fyri at arbeiða niðursetta tíð.


Umsóknarfreist o.a.

Umsókn o.o. viðkomandi skjøl skulu sendast til umsokn@kvf.fo í seinasta lagi fríggjadagin 20. september. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Sissal Carlsdóttir á Lag á telefon 296621 ella við at senda teldupost til scl@kvf.fo.

Krøv til útbúgving og førleikar

•    Tú hevur miðlaútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving ella arbeiðsroyndir, sum kunnu javnsetast
•    Tú hevur royndir við talgildum samskifti og sosialum miðlum
•    Tú dugir væl at seta teg inn í nýggja tøkni
•    Tú hevur góð samskiftisevni og dugir føroyskt væl og virðiliga í skrift og talu

Lýsing er stovnað9. September 2024
Umsóknarfreist20. September 2024
Málslig krøv
FøroysktFøroysktFramúrskarandi
Stað
100, 20 Norðari Ringvegur, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki