
Katrina Christiansen
Katrina Christiansen er sjarmerandi og søguliga matstova okkara í hjartanum av Tórshavn. Her bjóða vit fleiri smærri tapas-rættir, við íblástri frá føroyskum matsiði og føroysku náttúruni.

Matstovuleiðari
Vit sóknast eftir einum dugnaligum og ágrýtnum leiðara at hava dagligu ábyrgdina av sjamerandi og søguligu matstovuni, Katrinu Christiansen.
Eitt spennandi starv í eini vinnu í vøkstri, har tu fært møguleika at seta tín dám á tænastuna og upplivingina hjá gestum okkara.
Uppgávurnar sum leiðari fevna m.a. um at:
- Tryggja eitt høgt tænastu- og góðskustøði, sum tryggjar gestunum eina góða uppliving
- Tryggja ein skynsaman og burðardyggan rakstur
- Samskipa arbeiðsbýtið og gera arbeiðsætlan fyri starvsfólkini
- Virka fyri at skapa eitt gott arbeiðsumvørvið
- Vit vænta, at tú ert sjónlig/ur og tekur lut í dagligu gongdini og uppgávunum
Tú:
Tú ynskir ávirkan, tekur ábyrgd í tínum arbeiði, og ert til íblástur hjá tínum starvsfeløgum. Harumframt ynskja vit, at:
- Tú hevur viðkomandi royndir innan tænastuvinnuna og at veita góða tænasta er umráðandi fyri teg
- Tú hevur góð samskiftisevni og megnar at skapa gott samstarv millum starvsfólkini
- Tú trívist í einum livandi umhvørvi við fjølbroyttum uppgávum
Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.
Umsókn
Starvsbyrjan er skjótast gjørligt. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi.
Lýsing er stovnað12. februar 2024
Umsóknarfreist26. februar 2024
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Stað
Tórshavn, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki
Líknandi størv (1)
