Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið

Lærlingur sum ambulansuviðgeri til Sjúkraflutningstænastuna í Sjúkrahúsverkinum

Ein spennandi og avbjóðandi útbúgving har tú ger mun

Sjúkraflutningstænastan á Landsjúkrahúsinum søkir eftir tveimum lærlingum at útbúgva seg til ambulansuviðgera at byrja 04.01.27. Fyrsta skúlagongd í Danmark byrjar 20.01.27.

Arbeiðið sum ambulansuviðgeri í Sjúkrahúsverkinum umfatar arbeiði á skaðastaðnum, heima hjá sjúklinginum, inni á sjúkrahúsinum og í sjúkrabilinum.

Undir útbúgvingini lærir tú at gera bjargingararbeiði og viðgerð á staðnum og í sjúkrabilinum. Tú lærir eisini um flutning av sjúkum ella skøddum fólki, at fáa tey skjótt og trygt til sjúkrahúsið.

Ein partur av arbeiðinum umfatar at vera saman við menniskjum, sum hava tað trupult, skapa tryggleika og geva umsorgan.

Tað er umráðandi at tú dugir at lurta, er nærverandi, vekir álit, hevur jaliga menniskjaáskoðan og er góð/góður til samstarv.

Í lærutíðini kemur tú at arbeiða í Sjúkraflutningstænastuni á Landsjúkrahúsinum.

Útbúgvingarlongd: 4 ár og 1 mánaður

Skúlagongd: Rybners Teknisk Skole í Esbjerg í Danmark. Starvsvenjingin er á Landsjúkrahúsinum

Meðan tú er í skúla í Danmark býr tú á skúlaheimi.

Krøv til útbúgving og førleikar

Førleikakrøv

  • Skal vera fyltur 21 ár tá lærutíðin byrjar
  • Skal hava staðið støddfrøði og føroyskt á minimum 10. floks støði
  • Læknaváttan
  • Er sálarliga heilsusterk/ur, tí tú skalt arbeiða við sjúkum, sálarliga óstøðugum, kreppuraktum ella doyggjandi fólki
  • Er væl fyri likamliga
  • Er sinnað/ur at hava tætt samband við onnur
  • Er ábyrgdarfull/ur og árvakin
  • Er tænastusinnað/ur 
  • Umhugsin
  • Er praktisk/ur og loysningsrættaður.
  • Er sinnað/ur at arbeiða uttandura
  • Góð samstarvsevni og fleksibilitet
  • Dugir at orða seg bæði munnliga og skrivliga
  • Góðir telduførleikar
  • Rein revsiváttan
  • Barnaváttan
  • Koyrikort til bil í minimum 1 ár

Heilsukrøv

Fyri at gerast ambulansuviðgeri skal tú vera væl fyri likamliga, hava góða heilsu og standa eina fysiska roynd. Arbeiðið kann vera likamliga krevjandi, og um tað verður mett at tín heilsustøða kann økja um vandan fyri tína egnu trygd ella trygdina hjá øðrum, kunnu vit ikki bjóða tær lærupláss.

Tá tú søkir lærupláss, skal tú hava eina heilsuváttan frá egnum lækna. Tú rindar sjálvur kostnaðin av hesi læknaváttan. Um tú hevur havt onkra sjúku ella skaða, er tað umráðandi, at hetta er skjalfest í tíni læknaváttan.

Fysiska roynd 

Tað er umráðandi at tú er væl fyri likamliga. Tí hava vit eina roynd, fyri at kanna tína styrki og førleikar, og fyri at meta um tú megnar ta dagliga arbeiði sum ambulansuviðgeri.

Royndin er gjølla samansett fyri at kanna teir vøddar, sum eru undir trýsti tá tú arbeiðir sum ambulansuviðgeri.

Niðanfyri er leinkjan til fysisku royndina hjá Ambulance Syd í Danmark, vit brúka ta somu. Hon er í fleiri pørtum. Vit viðmæla, at tú roynir at fullføra fysisku royndina áðrenn tú kemur til sjálva upptøkuroyndina.

Fysisk test: Ambulance Syd - Introduktionsvideo

Fysisk test: Ambulance Syd - Rygmuskeltest

Fysisk test: Ambulance Syd - Mavemuskeltest

Fysisk test: Ambulance Syd - Lårmuskeltest

Fysisk test: Ambulance Syd - Dødløft

Fysisk test: Ambulance Syd - Gang på stepbænk

Fysisk test: Ambulance Syd - Løbetest

Áðrenn tú søkir starvið sum ambulansuviðgeri er tað umráðandi, at tú er væl fyrireikað/ur, og setir teg væl inn í krøvini fyri upptøku til ambulansuviðgera.

  • Tú skal søkja talgilt, skriva eitt sindur um teg sjálvan og hví tú søkir um at blíva ambulansuviðgeri
  • Tú skal orða teg greitt og lýsa tínar royndir stutt og greitt
  • Tú skal vísa, at tú hevur sett teg væl inn í hvat henda útbúgving inniheldur og krevur
  • CV
  • Kopi av fráfaringarroynd fólkaskúlans og/ella onnur viðkomandi skjøl ella útbúgving
  • Kopi av koyrikort
  • Møgulig viðmæli

Tá tú hevur sent tína umsókn, fær tú eina váttan uppá at umsóknin er móttikin.

Lýsing er stovnað4. november 2026
Umsóknarfreist17. november 2026
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Sera góður
Stað
41 J.C. Svabos gøta, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Førleikar
PathCreated with Sketch.Koyrikort (B)
Starvsgreinar
Starvsmerki