Gjaldstovan
Gjaldstovan
Gjaldstovan

Lær til KT supportara hjá KT landsins

Vilja tit starvast í einum spennandi og avbjóðandi kt-umhvørvi? Vit bjóða eina spennandi og fjølbroytta útbúgving sum kt-supportari.

Talan er um tvey lærupláss sum supportari. Annar lærlingurin verður knýttur at staðsetingini í Albert Hall á Argjum, og hin lærlingurin verður knýttur at norðurøkinum við staðseting í Miðnámi á Kambsdali.

Lærutíðin er tvey og eitt hálvt ár, har tit luttaka í dagliga arbeiðinum á KT landsins og ganga í skúla á Kambsdali. Í lærutíðini fara tit at arbeiða við kt-forritum, servarum og neti, har dentur verður lagdur á at veita eina góða tænastu til brúkararnar.

Um KT landsins

KT landsins er partur av Gjaldstovuni og húsast í Albert Hall á Argjum. Okkara dagliga arbeiðsuppgáva er at veita almennu Føroyum góðar kt-tænastur. Hetta gera vit gjøgnum Skúlanet, Landsnet og Skjalhald.

  • Skúlanet er til fólkaskúlar og hægri lærustovnar

  • Landsnet er til stjórnarráð, stovnar og eldrasamstørv

  • Skjalhald er til stovnar, sum KT landsins umsitur

Við tykkum eru vit 19 fólk í KT landsins, og vit samstarva nógv við okkara kt-veitarar.

Tænasturnar hjá okkum fevna m.a. um:

  • at hýsa og reka net og servarar

  • at umsita teldur og brúkarar

  • at hjálpa brúkarum

  • at ráðgeva um kt og kt-samskipan

  • felags kt-innkeyp

  • kt-trygd

Meira um KT landsins er at síggja niðanfyri:

KT landsins

Um útbúgvingina

Sum lærlingur skalt tú hjálpa at reka Landsnet og Skúlanet. Talan verður m.a. um uppgávur innan

Kundatænastu

Tú lærir at vegleiða og hjálpa brúkarum og tryggja, at tey fáa neyðugu kt-hjálpina

Rætta feilir

Tú lærir at finna og rætta feilir á neti, tólum og skipanum

Kt-trygd

Tú fært vitan um kt-trygd, regluverk og standardar

Installatión og uppseting

Tú lærir at seta upp teldur og aðra kt-útgerð, leggja inn forrit og dagføra drivarar.

Vit gera læruna so fjølbroytta sum til ber, og tú fært gott innlit í mest brúktu forritini, servarar og net.

Les meira um útbúgvingina sum KT supportari í leinkinum niðanfyri:

Útbúgvingin sum KT supportari

Førleikar

Tú skalt hava lokið fráfaringarroynd fólkaskúlans og hava áhuga í kt. Harumframt er tað ein fyrimunur at duga væl enskt, tí brúkaravegleiðingar og skúlatilfar eru ofta á enskum. Tú hevur áhuga og evni at seta teg inn í nýggja tøkni. Tú ert tænastusinnað/ur og dámar at samstarva við onnur.

Setanarviðurskifti

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið og er lønt sum lærlingur í 4. flokki. Fyrstu seks mánaðirnar er lønin kr. 15.992,27 um mánaðin, næsta árið kr. 19.190,72 um mánaðin og síðsta árið kr. 22.389,17 um mánaðin. Eftirlønin er 15%.

Lærutíðin er tvey og eitt hálvt ár, og skúlagongdin er í miðnámsskúlanum á Kambsdali.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Halgir Winther Nagata, rakstrarleiðara, [email protected], tel. 352467.

Send okkum umsókn tína við prógvum og møguligum viðmælum til [email protected] og viðmerk “Kt-lærlingur”.

Starvsbyrjan verður eftir avtalu.

Lýsing er stovnað13. oktober 2026
Umsóknarfreist25. oktober 2026
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
Albert Hall, Gjaldstovan, 1 Kvíggjartún, Argir 160, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki