
Fuglafjarðar kommuna
Fuglafjarðar kommuna fevnir um Fuglafjørð, Kambsdal og Hellurnar. Tað búgva umleið 1635 fólk í kommununi.

Leiðari til Ungdómstilboðið
Vit leita eftir einum eldhugaðum leiðara sum ynskir at standa á odda fyri ungdómstilboðnum hjá Fuglafjarðar Kommunu.
Visjónin hjá Fuglafjarðar býráð er, at bæði yngri og eldri borgarar í kommununi skulu hava bestu og tryggastu umstøður at trívast og mennast. Tilboðini til tey ungu er ein natúrligur partur av hesari visjón.
Útbúgving og almenn krøv
Tað verða ikki sett krøv til ávísa útbúgving fyri at fáa starvið, men tað eru útbúgvingar sum kunnu vera meira viðkomandi fyri starvið enn aðrar. Dentur verður lagdur á tín áhuga, eldhuga og hugburð.
Vit leita eftir einum skapandi, vælskipaðum, sjálvstøðugum, ídnum og álítandi leiðara. Tað er umráðandi, at tú ert blíð/ur og fyrikomandi í samskiftinum við tey ungu og at tú samstundis hevur ein natúrligan myndugleika. Tað er avgerandi, at tú tekur ábyrgd og trívist í einum fjølbroyttum gerandisdegi.
Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki
Ungdómshúsið læt upp í mars í ár. Tú skalt vera við til at mynda tilboðið umframt at tú skalt skipa og stjørna dagliga virkseminum. Hettar fevnir m.a. um at skapa tryggleika, har virðing og umsorgan fyri tí einstaka hevur høga raðfesting. Tú skalt, saman við teimum ungu, skipa fyri mennandi virksemi og tiltøkum.
Tað hevur stóran týdning, at Ungdómshúsið ikki verður ein kappingarneyti til øll hini ungdómstilboðini sum eru í kommununi. Samstundis ynskja vit, at viftan av tilboðum í kommununi verður so breið, at øll ung kunnu rúmast, trívast og mennast. Fyri at skapa hettar síggja vit fyri okkum, at tað er neyðugt við einum samstarvið við útbúgvingarstovnar, vinnufyritøkur og aðrar myndugleikar so sum SSP, barnavernd v.m.
Fyrimunir
Lønin verður eftir avtalu og við støði í viðkomandi sáttmála.
Starvið kann verða uppá 30 ella 40 tímar um vikuna. 20 tímar skulu brúkast til at samstarva og menna ungdómstilboðið. Hin parturin av arbeiðstíðini skal brúkast í ungdómshúsinum. Her er í høvuðsheitum talan um kvøld- og vikuskiftisarbeiði
Lýsing er stovnað26. juni 2023
Umsóknarfreist12. juli 2023
Málslig krøv
FøroysktKravt
Stað
Karvatoftir, Fuglafjørður 530, Føroyar
Starvsslag
Førleikar
álítandiArbeiði sjálvstøðugtFyriskipanskapandiTiltaksfyriskipan
Arbeiðsumhvørvi
Starvsgreinar
Starvsmerki
Fleiri størv (1)
Líknandi størv (6)

ROYNDUR HR-LEIÐARI
Atlantic Airways

F&B leiðari til Hotel Føroyar
Hotel Føroyar

Námsfrøðiligur stuðul til forskúlan Brúgvin - skúlaárið 2026-2027
Runavíkar Kommunuskúli

Runavíkar kommuna – Sóljuhjarta søkir námsføðingar!
Sóljuhjarta

Deildarleiðari
Skráseting Føroya

Vit hava brúk fyri tær
Spf. Oyggjaleikir