Fuglafjarðar kommuna
Fuglafjarðar kommuna
Fuglafjarðar kommuna

Leiðari til dagstovnin og frítíðarskúlan Kamb á Kambsdali

Fuglafjarðar kommuna søkir eftir dugnaligum og ágrýtnum leiðara til dagstovnin og frítíðarskúlan Kamb á Kambsdali at byrja 1 juli ella skjótast til ber. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna.

Viðkomandi persónur, ið settur verður, verður starvsettur hjá Fuglafjarðar kommunu við arbeiðsstaði á dagstovninum Kambi á Børkugøtu 2, Kambsdalur, 530 Fuglafjørður.

Um dagstovnin og frítíðarskúlan Kamb:
Kambur er dagstovnur, ið er staðsettur í náttúruvøkrum umhvørvi á Børkugøtu 2 á Kambsdali og veitir heildagstilboð til 6 ára gomul børn í Fuglafjarðar kommunu og er frítíðarskúli fyri 1. og 2. flokk. Á stovninum eru umleið 65 børn.

Vit liggja í sera góðum náttúru umhvørvi, sum birtir upp undir nógv spennandi virksemi, bæði skapandi og granskandi.

Á Kambi hava vit nógv ymisk bólkavirksemi hvørja viku, har vit leggja dent á tað málsliga og sosiala hjá børnunum. Vit eru dagliga túrar við børnunum.

Vit bjóða

  • Eitt áhugavert starv í einum nærumhvørvi, har náttúran hevur stóran leiklut í gerandisdegnum, og har spælið fyllir nógv.
  • Møguleika at seta dám á stovnin.
  • Møguleika fyri ráðgeving.
  • Tú verður partur av einum netbólki, sum kommunan skipar millum leiðarar innan dagstovnaøkið.

Vit vænta at tú

  • Ert útbúgvin námsfrøðingur við møguligum leiðsluroyndum.
  • Kanst arbeiða sjálvstøðugt, taka avgerðir og hevur ábyrgd sambært dagstovnalógini.
  • Hevur hugsjónir um virksemi á einum stovni, ið rúmar bæði Barnagarðsbørn og skúlabørn.
  • Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan arbeiðsdag við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrunum og starvsfeløgunum.
  • Hevur góð evni at umstilla teg í einum broyttum umhvørvi.
  • Sær møguleikar fram um vansar.
  • Hevur evni og áræði at ganga nýggjar leiðir.
  • Kanst virka í góðum samstarvi við starvsfelagar, foreldur og kommunu.
  • Dugur væl at samskifta bæði innan- og uttanhýsis.
  • Hevur lætt við at orða teg munnliga og skrivliga á føroyskum.
  • Hevur teldukunnleika á brúkarastøði.

Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Fuglafjarðar kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Umsókn
Skrivlig umsókn saman við møguligum viðmælum og upplýsing um útbúgving og royndum skal verða Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi týsdagin 25. juni 2024.

Nærri kunning
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jónhild Abrahamsen, sosialdeildarleiðara á telefon 238013.

Lýsing er stovnað11. juni 2024
Umsóknarfreist26. juni 2024
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Sera góður
Stað
Børkugøta 2, Kambsdalur
Starvsslag
Førleikar
PathCreated with Sketch.Arbeiði sjálvstøðugtPathCreated with Sketch.NýhugsandiPathCreated with Sketch.Vanligir telduførleikar
Starvsgreinar
Starvsmerki