

Leiðari til búnýtisdeildina hjá Vøruhúsinum
Vit bjóða eitt spennandi og fjølbroytt starv í einum av fremstu búnýtishandlum í landinum.
Sum leiðari hevur tú ábyrgdina av, at leiða og skipa handilin. Uppgávan umfatar eisini, at halda handilin, at avgreiða innkeyp og skipa fyri søluátøk. Tú kemur, í felag við leiðsluna, at samskipa dagligdagin hjá starvfólkunum.
Høvuðsuppgávur:
- Leiða og skipa dagliga virksemið í handlinum.
- Tryggja, at handilin altíð er dagførdur við røttu vørunum.
- Samskifta við kundar.
- Skráseting og handfaring av vørum.
- Leiða og stuðla starvsfólkunum í handlinum.
Vit ímynda okkum, at tú hevur leiðslu- og handilsroyndir, tó at hetta ikki er ein fyritreyt.
Vit vænta, at tú ert:
- Skipað/ur, ágrýtin og álítandi.
- Dugur at arbeiða við teldu. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við Business Central.
- Leiðsluevni, dugur at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum.
- Hevur gott handils stev
Starvstreytir:
Løn og setanartreytir verða sambært avtalu við leiðsluna.
Umsókn:
Vil tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Peter Mouritsen, stjóra á telefon 542555.
Skrivlig umsókn við CV, prógvum og møguligum viðmælum, skal sendast til [email protected] í seinasta lagið 21. juli 2024. Starvið verður sett skjótast tilber.
Vøruhúsið
