Faroe Ship
Faroe Ship
Faroe Ship

Lærupláss sum shipping-lærlingur tøkt á Faroe Ship

Faroe Ship søkir eftir shipping-lærlingi at byrja 1. mars 2025 ella skjótast til ber.

Vit bjóða tær eitt spennandi og áhugavert lærupláss við áhaldandi menning og støðugum broytingum, ein sterkan felagsskap í einum óformligum og gevandi umhvørvi, og vit leggja dent á eitt gott og virkið samskifti.

Góð og skjót tænasta er okkara grundarsteinur.

Lærlingarnir verður knýttur at okkara kundatænastu, sum tekur sær av allari handfaring av flutningsskjølum, skráseting av góðsi, tolling og flutningssamskipan.

Kundatænastan arbeiðir tætt saman við útflutnings- og innflutningsdeildunum, sum taka sær av sølu og logistikki í sambandi við inn- og útflutning av góðsi.

Lærutíðin er 2 ár og skúlagongdin, sum er í Danmark, er 8-10 vikur.

Krøv til útbúgving og førleikar

Vit leita eftir umsøkjarum, sum hava í minsta lagi prógv á miðnámsstøði.

Vit vænta av tær, at tú:

  •   hevur eina skipaða tilgongd til arbeiðið og eyga fyri smálutum;
  •          ert forvitin av lyndi
  •          hevur støðugan hug til, at tingini verða gjørd betri og einfaldari;
  •          megnar at hugsavna teg um fleiri ting í senn;
  •          hevur nærlagni og bindindi til at skráseta og góðskutryggja;
  •          leggur dent á gott samstarv og dámar væl at tingini verða avgreidd;
  •          trívist í einum toymi, men at tú eisini hugsar sjálvstøðugt; og
  •          hevur góðar samskiftisførleikar á føroyskum og enskum
  •          hevur góðar telduførleikar
Ágóðar við starvinum

Vit bjóða tær eitt spennandi og áhugavert lærupláss við áhaldandi menning og støðugum broytingum, ein sterkan felagsskap í einum óformligum og gevandi umhvørvi, og vit leggja dent á eitt gott og virkið samskifti.  

Lýsing er stovnað15. January 2025
Umsóknarfreist1. February 2025
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Sera góður
EnsktEnskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
Eystara Bryggja, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Førleikar
PathCreated with Sketch.Arbeiði sjálvstøðugtPathCreated with Sketch.Arbeiði undir trýstiPathCreated with Sketch.FramsøkinPathCreated with Sketch.KundatænastaPathCreated with Sketch.Nærlagni
Arbeiðsumhvørvi
Starvsgreinar
Starvsmerki