

Lærlingur til KT Landsins á Gjaldstovuni
Vilt tú starvast í einum spennandi og avbjóðandi kt-umhvørvi? Vit bjóða eina spennandi og fjølbroytta útbúgving sum kt-supportari. Lærutíðin er tvey og eitt hálvt ár, har tú luttekur í dagliga arbeiðinum á KT Landsins og gongur í skúla í Danmark. Í lærutíðini fert tú at arbeiða við kt-forritunum, servarum og neti, har dentur verður lagdur á at veita eina góða tænastu til brúkararnar.
Um KT Landsins
KT Landsins er deild á Gjaldstovuni og rekur felags kt-tænasturnar Landsnet og Skúlanet, sum miðsavna og samskipa kt hjá øllum landsins stovnum og skúlum. Við tær eru vit 13 fólk í KT Landsins, og vit samstarva nógv við okkara kt-veitarar.
Tænasturnar hjá okkum fevna m.a. um:
- at hýsa og reka net og servarar
- at umsita teldur og brúkarar
- at hjálpa brúkarum
- at ráðgeva um kt og kt-samskipan
- felags kt-innkeyp
- kt-trygd.
Um útbúgvingina
Sum lærlingur skalt tú hjálpa at reka Landsnet og Skúlanet. Talan verður m.a. um uppgávur innan:
- Kundatænastu
Tú lærir at vegleiða og hjálpa brúkarum og tryggja, at tey fáa neyðugu kt-hjálpina - Rætta feilir
Tú lærir at finna og rætta feilir á neti, tólum og skipanum - Kt-trygd
Tú fært vitan um kt-trygd, regluverk og standardar - Installatión og uppseting
Tú lærir at seta upp teldur og aðra kt-útgerð, leggja inn forrit og dagføra drivarar.
Vit gera læruna so fjølbroytta sum til ber, og tú fært gott innlit í mest brúktu forritini, servarar og net.
Les meira um útbúgvingina sum IT Supporter í leinkinum niðanfyri:
Førleikar
Tú skalt hava lokið fráfaringarroynd fólkaskúlans og hava áhuga í kt. Harumframt er tað ein fyrimunur at duga væl enskt, tí brúkaravegleiðingar og skúlatilfar eru ofta á enskum. Tú hevur áhugað og evni at seta teg inn í nýggja tøkni. Tú ert tænastusinnað/ur og dámar at samstarva við onnur.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið og er lønt sum lærlingur í 4.flokki. Fyrstu seks mánaðirnar er lønin kr. 14.315,72 um mánaðin, næsta árið kr. 17.178,86 um mánaðin og síðsta árið kr. 20.042,01 um mánaðin. Eftirlønin er 15%.
Talan er um útbúgvingina, sum á donskum eitur IT Supporter. Lærutíðin er tvey og eitt hálvt ár, og skúlagongdin er í Danmark.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Birgir av Steinum, deildarstjóra, [email protected], tel. 79 24 99.
